40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mette Frederiksen, danska forsætisráðharrakvinnan, vísti dirvi tá ið hon fór til Ísrael á fund við Benjamin Nethanyahu forsætisráðharra, fyri at tryggja Danmørkini heilivágsframleiðslu móti hóttandi umfarssóttum.

Ikki einans fyri dagin í dag men framyvir.

Útsøgn hennara, sum fyri nøkrum vikum síðani, sást at lesa í donskum fjølmiðlum, er djørv og hugvekjandi:

”Ísrael er heimsmeistari í koppingarevnum og Danmark skal vera millum fremstu lond tá ræður um koppingarevni.” 

Á hesum øki er hon samd við Eysturríki, sum eisini var umboðað á fundinum við Benjamin Nethanyahu.

Samarbeiði millum Ísrael, Danmark og Eysturríki fer at bera við sær felags koronakanningar og framvegan av verksmiðjutólum, sum fara at framleiða koppingarevni móti koronasmittuni.

Felagsskapir vilja avbyrgja Ísrael
Felagsskapir eru í norðurlondum – eisini í Danmark - ið hava sum høvuðsendamál at avbyrgjaÍsrael á øllum økjum, at ísraelskar vørur ikki verða keyptar. Hetta verður gjørt undir herrópinum ”Boykott Israel”.

Nakað síðani sá eg ein stuttfilm, sum prógvaði, at um tey, sum stóðu aftanfyri felagsskapirnar, ið vilja forða fyri, at  ísraelskar vørur, ella lutir, sum jødar hava uppfunnið, verða keyptar, veruliga fingu sína ætlan framda, so bumbaðu tey seg sjálvi og okkum onnur hundraðtals ár aftur í tíðina.

Ja, aftur í eina tíð tá flestu av nútímans tólunum, vit nýta í dag, ikki vóru, tí at tað eru jødar, ið hava uppfunnið flestu av nútímans tólunum, ella lutir til hesi tól, sum vit øll nýta í dag.

Sjálvandi er Mette Frederiksen farin í hetta samstarvið við Ísrael, tí hon er komin til ta niðurstøðu, at hetta er besta leiðin at ganga hjá henni sum dansku forsætisráðharri - og at hetta er tað besta fyri danska fólkið.

Kann hugsast, at hendan kvinnan ber góðan førning við sær úr barndómsheimi, skúla og uppvøkstri sínum í Ålborg í Norður-Jútlandi, sum hevur givið henni dirvi til at taka hetta  týdningarmikla stigið í samarbeiði við Ísrael á hesum øki, hóast  mótstøða móti Ísrael ikki er ókend millum danskar politikkara

Svenning av Lofti

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo