40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroyingar hava í fleiri øldir livað við og av náttúrini. Náttúran hevur verið við til at tryggja føroyska vælferðarsamfelagið, og fleiri av størstu fyritøkunum hava hana sum vinnugrundarlag.

Seinastu árini er kjakið um umhvørvið vorðið alsamt sjónligari í almenna rúminum.

Røddir í umhvørvisrørsluni vilja vera við, at nýtslan av náttúruni hevur týðandi avleiðingar á náttúruna.

Í hesum sambandi skipar MFS fyri tiltakinum “Einar Burðardyggar Føroyar”, ið setur fokus á, hvørjar avleiðingar virksemið hjá fiski- og alivinnuni hevur á føroysku náttúruna. Endamálið er at lýsa, hvussu støðan er í dag, hvat verður gjørt, hvat kann gerast, og hvørjar politiskar ætlanir eru fyri at verja umhvørvið. Til at svara hesum spurningum hevur MFS bjóðað landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum, umboðum fyri Umhvørvisstovuna, fiski- og alivinnuna og fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelagið.

Skráin:
19.30: Orðstýrarin, Rógvi Nybo, bjóðar vælkomin
19.40: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum
19.50: Suni Petersen fyri Umhvørvisstovuna
20.00: Pól Huus Sólstein fyri North Pelagic
20.10: Steðgur
20.20: Atli Gregersen fyri Luna
20.30: Elisabeth Skarðhamar Olsen fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelagið
20.40: Pallborðskjak

Dyrnar lata upp kl. 19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo