40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Landsstýrið roynir seg enn einaferð við uppskoti um stuðul til privatu føroysku miðlarnar.

Blaðútberingin, sum var heilt sentral í upprunaliga uppskotinum um stuðul, men sum meiriluti ikki fekst fyri í samgonguni, er nú broytt til ein generellan stuðul til allar privatar miðlar, sum annars lúka treytirnar sum uppskotið ásetur.

Vi her á VP fjaldu ikki, at vit hildu tað vera lítið visionert av landsins kosnu at ætla at brúka almennan stuðul fyrst og fremst til útbering av pappírsbløðum - ikki minst tá hugsað verður um, at í Danmark, hagani íblásturin ofta vísir seg at koma, fóru tey frá hesi skipanini í 2013. Tað gjørdu tey ásannandi, at miðlalandslagið var í stórari broyting.

Og í staðin fyri at stuðla útbering av bløðum, sum øll vita, tíðin er farin frá, fóru tey at stuðla kreativa, redaktionella partinum, og harvið eisini spírandi netmiðlunum, sum jú umboða framtíðina.

Uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, sigur seg hava til endamáls at fjøltátta føroyska miðlalandslagið.

Eitt ediligt endamál, má sigast. Tí síðani útvarpið og sjónvarpið vórðu klaskað saman til tað sum síðani bleiv Kringvarp Føroya er bara gingið skeivan veg, hvat tí viðvíkir. Tá hvarv onnur av tveimum sterkum, óheftum, almennum tíðindadeildum í Føroyum. Tá útvarp og sjónvarp var hvør sín stovnur løgdu tíðindadeildirnar seg eftir ikki at lýsa málini eins, men valdu ymsar vinklar.

Í dag er ein Kvf tíðindadeild, sum í alt ov stóran mun hevur sama holdning til tey málini sum verða viðgjørd í teimum ymsu miðlunum, Kvf ræður yvir.

Um somu tíð eru tey nógvu bløðini, sum vóru ein týðandi opiniónsdannari, og sum vóru ymisk í síni tilgongd at lýsa ymisk samfelagsviðurskifti, so at siga øll horvin.

Vit hava í dag einans tvær toluliga sterkar redaktiónir í Føroyum, eina almenna (Kvf) og eina privata (Miðlahúsið). Støðan gerst ikki betri av, at báðar redaktiónirnar í stóran mun líkjast í sínum máta at arbeiða, viðhvørt eisini hava beinleiðis skipað samstarv um dekning av søgum v.m., og í stóran mun seinastu nógvu árini hava verið mannaðar av somu fólkum.

Alt eyðkenni hjá einum fátakum og lítið fjøltáttaðum miðlalandslagi.

At journalistisku arbeiðsplássini eru fækkað er bara ein nátúrlig avleiðing av, at miðlarnir eru blivnir færri. Einasta 'mótvekt' ímóti áðurnevndu sterku og etableraðu miðlum eru nýggju netmiðlarnir, sum ofta bara eksistera tí teir eru so bíligir at reka, men sum tó eru eyðkendir av at hava veikar redaktiónir.

Vit hava áður víst á gylta møguleikan, tá nú landsstýrið sigur seg vilja stuðla og fjølga um miðlalandslagið, at brúka eina "krónu-til-krónu skipan" og stuðla nýggjum journaliststørvum. Kanska fyrst og fremst hjá teimum miðlum, sum frammanundan hava veikar redaktiónir.

Ein slík skipan kundi til dømis í eitt ár goldið helvtina av lønini hjá nýsettum journalistum á einum miðli við veikari redaktión.

At síggja til tryggjar uppskotið, sum nú liggur á borðinum, ikki at nakað verður betri enn tað er í dag.

Onki krav er um, at stuðulin skal brúkast til at bøta um innihaldið í miðlinum sum fær stuðulin.

Er tað rætt, at lata dýrast rikna miðlinum størsta stuðulin?

Eigur stuðulin ikki at fara til journalistisk arbeiðspláss heldur enn hita, el og aðrar vanligar rakstrarútreiðslur, sum øll privat vinnuvirki hava?

At gera eina skipan við stuðli til privatu miðlarnar í Føroyum, har viðurskiftini eru smá og øll kenna hvønn annan, er ikki nøkur lítil avbjóðing. Tað ræður um at gera eina skipan sum øll kenna sama eigaralut í.

Tað ringasta sum kann henda er, at skipanin verður broytt alt eftir, hvør ræður í Tinganesi.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo