Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kendi prædikumaðurin og rithøvundurin Michael Brown fer at hava vekingarmøtir í Kelduni í morgin sunnudagin 24. januar kl. 11.00 og kl. 18.00.

Temað fyri hesi møtir er: Hví veking?

Umframt at vera prædikumaður og rithøvundur, er hann eisini rektari, gestaprofessari, kjakari og útvarpsvertur.

Brown var ein av leiðarunum í stórari veking, sum var í Brownsville Assembly í Pensacola 1995-2000.

Hann ferðast víða, og eitt av hansara hjartamálum er, at samkomur og kirkjur ávirka og broyta samfelagið við kraftini í gleðiboðskapinum. Eisini hevur hann í mong ár arbeitt við trúboðan millum hansara egna fólk – jødar. Hann hevur skrivað 27 bøkur.

Hann er rektari fyri FIRE School of Ministry. Brown hevur doktaraheiti í (PhD) í miðeysturmálum og bókmentum frá New York University. Hann er gestaprofessari á fleiri kendum gudfrøðiskúlum í USA.

Les meira um Michael Brown á www.askdrbrown.org 

Tað eru samkomurnar Lívsins Orð og Keldan, sum skipa fyri møtunum.

Bæði møtini verða stroymað á www.keldan.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo