40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ein føroysk matstova, KOKS, hevur eina Michelin stjørnu. Myndin er frá handanini.

Ein føroysk matstova, KOKS, hevur eina Michelin stjørnu. Myndin er frá handanini.

Bestu kokkarnir í norðurlondum verða hjástaddir, tá Michelin í kvøld býtir út stjørnur í Aarhus.

HORESTA, sum er felagsskapur fyri matstovur og gistingarhús, hevur í tí sambandinum gjørt eina greining av týdninginum, tað hevur, at fáa eina Michelinstjørnu.

Greiningin vísir, at stjørnan skapar umtalu, og matstovan fær eisini nógv fleiri bíleggingar. Men tað nýtist ikki at merkja, at hon fer at forvinna fleiri pengar.

Niðurstøðan í greiningini vísir millum annað, at michelinmatstovurnar selja fyri í miðal 12,7 mió kr. Men hóast nógv fleiri kundar, eftir at stjørnan er komin til høldar, so liggja bara í miðal 150 tkr eftir á botnlinjuni. Oftast tí, at størri umsetningurin, fyrsta stjørnan gevur, ofta verður brúkt til at seta fleiri fólk og vørumenning.

Gestirnir brúka í miðal 1.600 kr umframt mvg.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo