40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Í 1985 var miðalaldurin hjá føroyingum 33,1 ár. Við ársbyrjan 2022 er hann 39,5 ár.

Sostatt er miðalaldurin hesi árini øktur við 6,4 árum.

Tað hevur ikki gingið javnt á hetta tíðarskeiðið. Tey fyrstu tíggju árini øktist miðalaldurin við 3 árum, har serliga tey sváru kreppuárini fyrru helvt av 1990-unum gera stóra munin, tá nógv ung fólk fluttu av landinum.

Stórir munir eru í gongdini í ymisku økjunum. Her fylgjast Eysturoy, Suðurstreym, Norðstreym og Norðoyggjar. Av hesum hava Eysturoy og Suðurstreym hava lægsta miðalaldur.

Í Vágum er gongdin heilt serstøk við miðalaldri í ovasta endanum til síðst í 1990-unum, fyri síðan at lækka og halda seg á tí sama heilt fram til nú.

Tvey øki skilja seg burtur frá hinum frá ár 2000 og fram – tað eru Sandoyarøkið og Suðuroy - við tí hægsta miðalaldrinum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo