Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Miðflokkurin leggur nú uppskot fram um verju av ófødda barninum (Lógin um rættin til lív).

Um orsøkirnar til uppskotið sigur Miðflokkurin, at talið av fosturtøkum runt heimin táttar í dag í fimmti (50) milliónir árliga.

- Av hesum verða tær fimmti (samsvarandi við gott og væl tveir skúlaflokkar árliga) framdar í Føroyum. Onkur vil væl siga, at tal føroyinga er lágt, sammett við onnur lond, og rætt er tað. Men tann veruleikin er eingin umbering fyri at fremja hesar, tí 50 fosturtøkur eru 50 fosturtøkur ov nógvar!

- Eingin hevur rætt at taka sær vald at avgera, hvør skal sleppa at liva, hvørki í Føroyum ella aðrastaðir í heiminum! Øll eiga íbornan rættin til lív, ein rætt, sum einki menniskja eigur at kunna gera seg inn á. Vónandi fáa vit í einari komandi føroyskari grundlóg staðfest, at hesin rættur til lív er rættur ófødda barnsins. Men til tað hendir er neyðugt, nú politiskar kreftir royna at geva leyst og vóna at fáa lagt uppskot fyri Løgtingið um sokallaða ”fríari fosturtøku”, at tryggja barnið við einum uppskoti, sum gevur tí lógarfestan rætt til Lív. Rætt til sama lívið sum tú og eg, sum liva, einaferð fingu frá fedrum okkara.

- At kalla nakað fría fosturtøku er av sonnum ein mótsøgn. Av øllum hugsandi aktørum í fosturtøkumálinum, mammu, pápa, politikarum, heilsustarvsfólkum og annars øllum, sum meta seg at hava rætt til at hava eina hugsan um hetta málið, er og verður til allar tíðir tað ófødda barnið høvuðspersónurin. Tað er lív tess, flestu hesi halda seg hava rætt til at hava eina meining um, nøkur halda seg hava rætt til at seta prísmerki á og onnur halda seg kunna gera enda á.

- Men frá høvuðspersóninum sjálvum, henni ella honum, sum veksur í lívi móður sínar, verður frælsið tikið. Hjá henni og honum er fosturtøkan alt annað enn frí, tí onnur taka sær frælsi til at ráða yvir barninum. Hesi, sum njóta frælsið, sum foreldur teirra góvu teimum at gerast frælsir føroyskir borgarar, taka frælsið frá høvuðspersóninim í fosturtøkumálinum og váða sær at kalla fosturtøkuna frælsa. At kvetta lívsstreingin hjá einum øðrum av er tað mótsatta av frælsi, tað er at fremja tað ultimativa ófrælsið!

- Lívmóðurin, sum er ætlað at vera tryggasta og friðsamasta stað heimsins verður, fyri at endurgeva mætu kvinnuna, nobelprísmóttakaran móðir Teresu: ein krígsvøllur. Við kemiskum evnum, heilivági, ið voldir deyða, og um hetta ikki hjálpir, so við instrumentum, sum skera, skræða, skava og súgva v.m., verður friðurin brotin og trygga heimsstað barnsins verður ein slagmark, har úrslitið er givið frammanundan. Tann sterki, við ella uttan lógir í sínari hond, vinnur. Óseka barnið verður týnt.

- Hetta má steðgast heima hjá okkum, heldur enn at staðfestast, sum alt bendir á, at nakrir politikarar stríðast fyri.

Endamálini við uppskotinum eru:

at endurskapa virðing og tign fyri ófødda barninum.

at tryggja alternativ til fosturtøku.

at lógarfesta rættin til lív heilt frá gitnaðarløtuni.

At tryggja kvinnuni og/ella foreldrum, at barn hennara/teirra verður virðiliga viðfarið bæðið áðren og eftir føðing.

At tryggja kvinnuni virðiliga viðferð og neyðugu hjálpina bæðið áðren og eftir barnsburð.

Ferð eftir ferð hevur Miðflokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið, og sett fyrispurningar til landsstýrisfólk, við tí endamáli at minka um og vónandi steðgað fosturtøkunum, ið verða framdar í heilsuverki okkara, men til nú úrslitaleyst. Óskiljandi er fyri okkum, at tað heisluverkið, sum dagliga verjur lív, uttan at himprast brúkar tíð, orku og pening, sum áttu at verið brúkt rættari, til at steðga lívi teirra, sum mest sárbar eru - og sum burdu fingið bestu verjuna. Her skal eisini havast í huga, at kanningar, enntá videoupptøkur, greitt vísa, hvussu fostrið verjur seg og heldur undan, tá roynt verður at tvingsilsflyta tað úr trygga bústaði tess.

Allar royndir Miðfloksins og annara at fáa politiska meirilutan at skifta kós hava tíverri higartil verið úrslitaleysar. Tó hevur áhaldandi stríðið, sum eldsálir í Kristiliga Fólkaflokkinum, Pro Vita, í kirkjum, samkomum v.m. hava staðið á odda fyri havt tað positiva úrslit, at talið av fosturtøkum hevur ligið væl lægri enn í øðrum londum, og er javnt minkað seinastu tríati árin i. Men enn er talið sum sagt í miðal tríati fosturtøkur ov høgt árliga.

Samtykta uppskotið fer at hava við sær, at Føroyar liva upp til krøvini í  Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá børnum” (barnarættindasáttmálanum), har tað í præamblinum verður væntað av sáttmálalondunum, at hesi taka atlit til at: ”barnið, vegnað likamliga og sálarligan óbúnað, hevur tørv á serstakari umsorgan og verju, herundir hóskandi juridiskari verju, bæði áðrenn og aftaná føðing”. Í 1993 var hesin sáttmálin fráboðaður eisini at umfata Føroyar.

Tá fosturtøku umræður er talan um tríggjar partar, barnið, hvørs lív er í váða og mammuna og pápan, hvørs ynski kunnu vera ymisk, alt eftir um tey bæði eru samd ella ikki. Grundgevingarnar hjá foreldrunum kunnu verða fleiri og ymiskar, men so gott sum altíð er talan um slíkar, sum kunnu verða loystar, um tíð verður tikin til at finna veruligu orsøkina.

Í slíkum støðum má veljast, um- og hvørs áhugamál eiga at verða tikin framum. Í uppskoti Miðfloksins taka vit atlitið hjá høvuðspersóninum, honum, hvørs lív er í váða, í fremstu røð. Viðvíkjandi barninum er jú bert tveir valmøguleikar, antin at veita foreldrunum neyðuga stuðulin at bera tað í heim, ella at geva loyvi til at slíta lívstreingin og volda deyða tess.

Trupulleikar foreldranna verða ongantíð loystir við at taka lív barnsins, tvørturímóti!

Skuldi tann støðan tikið seg upp, og tað hendir, tó sera sjálvdan í okkara framkomnu heilsuverkum, at lív stendur móti lívi, so er hetta ein heilsuligur spurningur, sum má loysast sum slíkur. Tvs. at tá verða tað mamman, pápin ella næstu avvarðandi, sum, eftir tilmæli frá læknum, velja ta loysn, sum tryggjar lívið.

Tí mælir uppskotið til at finna veruligu orsøkina og  loysa hesa, heldur enn at skapa nýggjar og mangan álvarsligar, bæði likamsligar og sálarligar, við at enda spírandi barnalívið.

Her kemur Hjálpareindin til hjálpar. Endamál hennara er at verða tøk við hjálp til ta kvinnu ella familju, ið eru so fyri, at tey síggja ein nýggjan barnsburð at vera ein trupulleiki, sum tey ikki megna.  Eindin skal m.a. veita alla neyðuga hjálp til mammur, foreldur og barn, ið hava tørv á vegleiðing, ráðgeving, útgreining hjálp v.m. Hjálpareindin skal veita málbólkinum neutrala og holla fakliga ráðgeving og hjálp til sjálvhjálp.  Eisini skal Hjálpareindin skipa fyri samrøðum við kvinnur, ið hava fingið framda fosturtøku(r), kunnað um ættleiðing,  tryggja frálæru í skúlum um virði ófødda barnsins, um fyribyrging o.l.

Fyri at geva Hjálpareindini neyðugu raðfestingina, trygt kjølfesti og rúmd, er neyðugt við starvsfólkahópi, hvørs høvuðsuppgávu er at veita ráðgeving, hjálp og stuðul til nevnda málbólkin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo