40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Úr tilfarinum hesaferð kann nevnast:

* Undirvísing snýr seg ikki um at fylla spannir - altso ikki bara at bera vitan víðari - men at birta í, at skapa og læra at læra. Læring millum javnlíkar (peer learning á eingilskum) er eitt týðandi ískoyti í hesum sambandi. Góð viðurskifti millum lærara og næming elva eisini til eitt gott læringsumhvørvi. Kanningar vísa, at tað motiverar næmingar, at teir verða sæddir og viðurkendir.

* Tað hevur stóran týdning, at eftirmetingar ella viðmerkingar til næmingar eru neyvar og ítøkiligar, soleiðis at næmingar kunnu brúka tær og læra av teimum. Hetta er ein avbjóðing hjá nógvum lærarum á miðnámi. At afturmeldingar eisini eru karakterleysar, er umráðandi. Men enn eru lærarar, sum halda, at vit eiga at geva karakterir fyri øll avrik, meðan næmingurin lærir.

* Á miðnámi manglar nógv lærutilfar á føroyskum. Vit hava bara føroyskt tilfar til einar 10 av 83 námsætlanum á økinum. Restin av tilfarinum er danskt, og hetta ger, at næmingar, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, og sum ikki skilja danskt, eru fyri vanbýti. Tað var ein glotti, at nýggj lærubók í samfelagsfrøði C kom út á sumri 2021.

Her er leinkja til alt ritið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo