Elska øll, lít á fá og skaða ongan
- William Shakespeare

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Savnsfagnaðurin: Fyrireikarirnir av Savnsfagnaðinum hava rent seg í ein luksus trupulleika. Sera stórur áhugi hevur verið fyri forkunnuga leikinum um Beintu sum verður í Listastovuni seinnapartin í dag.

Fyri ikki at taka nakað frá Mikines málningaframsýningini, er avgørt at leingja upplatingartíðina fyri sýningini. 

Tað verða 2 sýningar við leikinum um Beintu sum hevur fingið tað serstøku æru at hava Mikines sum leiktjald, men tað hevur so við sær at ikki er møguligt at nýta Mikines sýningina meðan leikurin er og tí er avgerð tikin um, at møguligt verður at síggja málningarnar fram til kl. 19 í kvøld. Tí kemur sýningin at hava opið frá kl. 17.00 til 19.00.

Sunnudagin verður Mikines-sýningin sambært skránni frá kl. 14.00 til 17.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo