40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tann brasilski stórbýurin Manaus, sum seinasti mánaðirnar hevur verið millum tey økini í Brasil, har útbrotið av koronavisrusinum hevur verið ringast, sær út til at hava havt so nógva smittu, at íbúgvarnir hava fingið hópmótstøðuføri.

Tað vísa granskingarúrslit, sum 34 vísindafólk úr Sao Paulo, Manaus, Boston, San Francisco og Oxford júst hava útgivið.

Úrslitini eru ikki enn kannað av øðrum granskarum - og skulu tí takast við fyrivarni - men um tey eru sonn, so hava 66 prosent av íbúgvunum í Manaus nú mótevni í blóðinum, sum verjir tey móti at fáa covid-19.

Tí er umfarssóttin nú í minking í stórbýnum við 2,2 milliónum íbúgvum, skriva granskararnir sambært TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo