Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Lagið hjá Jógvani Telling til V4-sangin ”Mín Arabo” var í gjárkvøldið framført á palli fyri fyrstu ferð.

Sangurin var í 1975 gjørdur til eina ólavsøkusending í útvarpinum. Jógvan Arge átti orðini og Jógvan Telling gjørdi lagið. Sangurin varð tikin upp á Bryggjubakka við Tellingi og Maluni Johannessen sum sangarum og kom eisini út á plátuni Samgongan.

Men hann hevur ongantíð verið framførdur alment á palli, fyrrenn nú heiðurskonsert var fyri Jógvani Telling í Norðurlandahúsinum.

Tað gingu sostatt meir enn 40 ár frá tí orð og lag vórðu gjørd, til ”Mín Arabo” varð at hoyra live on stage. Hann er um rokið, sum stóðst av avgerðini um at keypa Smyril ex Morten Mols til Føroya á sinni.

Alt hendi í skundi í 1975, og framførslan hesaferð varð eisini avtalað í skundi. Tað endaði við trimum sangarum, sum vóru Elin Heinesen, Fróði Vestergaard og Hans Oliver Joensen - maðurin, sum skipaði fyri heiðurskonsertini.

Tónleikinum syrgdi eitt orkestur við Paula Magnussen á odda fyri, og boð vóru eisini eftir Milson Zachariassen og hansara steelguitari at krydda ljóðið eins og á upptøkuni frá 1975.

Hetta gekk alt væl, og sum tað sæst á myndini, vóru bæði lagsmiðurin og yrkjarin nøgdir við avrikið á pallinum.  Í heila tikið eitt fram úr kvøld til heiðurs fyri Jógvan Telling.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo