Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Treystitalið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, minkar. Tað er serliga í handils- og tænastuvinnunum at minni bjartskygni er at hóma. Byggivinnan hevur hinvegin framvegis góðar vónir. Støðan og metingar hjá húsarhaldunum eru óbroyttar.

Treystitalið er nú -1, sum er væl niðan fyri langtíðar miðal á 17. Tað er serliga treystið í handils- og tænastuvinnunum, ið minkar. Ávísin fyri tilfeingis- og ídnaðarvinnurnar, sum í høvuðsheitum er fiski- og alivinnan, fellur eisini. Treystið í byggivinnuni er hinvegin framvegis stórt. Ávísin fyri húsarhaldini er á sama stigi sum til seinastu kanning. Húsarhaldini vænta fíggjarligu støðu teirra eitt lítið vet betri komandi árið, men tey vænta sær hóast tað ikki at gera størri keyp komandi árið.

Húsarhaldini meta fíggjarstøðu teirra verða eitt vet betri um eitt ár
Brúkaravæntanirnar eru á neyvt sama stigi í hesi kanningini sum í kanningini í juni 2023. Vísitalið fyri brúkaravæntanirnar er 1. Húsarhaldini meta fíggjarligu støðu teirra um eitt ár sammett við í dag vera eitt lítið vet betri. Eins og í kanningini í juni 2023 eru tað 25 prosent, ið siga, at tey fáa júst endarnar at røkka saman, meðan áleið 60 prosent siga seg spara nakað upp. Húsarhaldini meta tó búskaparstøðuna í Føroyum um eitt ár vera nakað verri enn í dag.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo