Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð
Nú leiftra bløð á bjørk og bók,
mær lotið blíða strýkur gjøgnum hárið,
men eingin sá, at hondin tók
úr hvarmi sorgartárið.

Sum fuglar syngja væl í dag,
eg skilti tað, sum kom mær fyri oyra,
úr nevjum hoyrdist sorgarlag,
vit sakna teg at hoyra.

Nú glitrar døgg um grønan heyg,
mítt eyga uggar smæruklædda túgva,
í morgun hvíta dúvan fleyg 
í annan heim at búgva.
		
Í Viðarlundini 06.07.2023
		Sveinur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo