40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Skotar plagdu taka til, at tú kendi ikki allar træðrirnar í einum manni fyrrenn tú hevði verið saman við honum á trolaradekki í fimm ár. Tað kann tað vera nakað um, men hóast vit báðir Heri brúktu rúma tíð á yngru lívsleiðini á sjónum, og ikki sigldu saman í heili 5 ár, so vigaðu so nógvir aðrir træðrir upp ímóti hesum skotska uppáhaldinum.

Heri Hansen. Hann var sonur Petur Oluf Hansen og Jenny Hansen (f. Magnussen), sum settust niður á Glyvrum. Petur Oluf var sonur Thomas Hans Z. F. Hansen og Onnu Sofíu Elisabeth Hansen (f. Gregersen). Hann var slektaður úr Norðragøtu og hon úr Syðrugøtu. Jenny var dóttir Petur Hans Jákup Magnussen úr Heiðunum og Sofíu ættað av Kvíggjarheyggi á Toftum.

Abbi mín í Syðrugøtu, Jóan Elias, og Elisabeth vóru systkin, og soleiðis vóru vit báðir Heri trímenningar.

Táið vit fluttu út á Glyvrar einaferð í 60´árunum, í nýggj hús uttan fyri Garðar á Glyvrum, gjørdust vit næstu grannar við húskið hjá Peturi Oluf og Jenny. Heri var føddur í 1947 og harvið 8 ár eldri enn eg, men soleiðis kendist tað hvørki tá ella seinri, hóast stórur munur er á, tá annar er 10 og hin 18. Meðan vit yngru í grannalagnum bíðaðu eftir einum spennandi tannáralívi, við øllum tess streingjum, fasettum, arbeiddu teir eldru á sjógvi ella á landi og livdu annars tað lívið, sum til bar at liva á bygd í Føroyum í sekstiárunum í hinari øldini. Heri var onki undantak. Hetta var tíðin tá Glyvra Bio, Sjónleikarhúsið í Fuglafirði, gamla dansistovan á Strondum og bilkoyring vóru uppi á døgum í oynni. Seinri gjørdust vit aðrir eisini partar av hesum, sum nú er søga.

Abbi mín, Napoléon á Glyvrum, hevði eini serlig evni til at savna allan ungdómin í bygdini kring um seg. Hann legði vøll og bóltar til fótbóltin, lærdi okkum at rógva og svimja, og tað kom fyri, at hann skipaði fyri korporligum bardagakappingum á trøðni. Fornaldar pedagogikkur við lít, men vit vóru hugaðir og spentir, og hóast hin gamli kundi vera áfallin, stóð hin eygagóði Heri altíð væl í eygum hansara. Bæði við tongini, í sjómanstaki og í veruligum bardaga var Heri knáur, og abbi rópti hann bara Heri hin Sterki, táið teir seinri møttust á lívsleiðini. Rætt var mett, tí Heri royndist drúgvur í hondbóltinum og serliga í kappróðrinum, har hann var við til at vinna nógvar sigrar við Tjaldrinum hjá NSÍ.

Um fermingaraldur valdi hann at fara til skips. Við Staksáfossi í Kollafirði. Helst er hann farin ígjøgnum ta somu processina sum so nógvir aðrir dreingir í tí aldrinum, bókin mátti í fyrstu atløgu dvína fyri øðrum áhugamálum. Tað, sum serliga hevur eyðkent húskið hjá Peturi Oluf og Jenny, var góða handalagið. Hegnismenn - fittir í hondunum. Tøkni og motorar høvdu teirra serliga áhuga, og eftir at Elinborg, systurin, hevur givið út bókina “Stima- og knappatroyggja” er eyðsýnt, at tað liggur til slagið.

Tað var stórhending í einum lítið bygdum øki, táið Rói, beiggi hansara, bygdi nýggjan verkstað í grannalagnum. Heri og fleiri á hansara aldri arbeiddu á verkstaðnum, og vit yngru høvdu okkara dagligu gongd í hølunum á teimum. Tá nærkaðust vit báðir skyldmenninir alt meiri.

Seinri valdi hann aftur sjólívið, og tað hevði við sær, at vit sigldu saman í seinru helvt av sjeytiárunum. Við “Norðvíkingi”. Pápi mín var skipari, Heri maskinmeistari og eg dekkari. Eftir tað bar bara alt meiri saman okkara millum, hóast aldursmunin, og vit vóru góðir vinmenn fram til hesa løtuna, táið hann ikki orkaði meira. Minnist eisini bara gott aftur á, at hann javnan og áhaldandi vitjaði foreldur míni, bæði fyri og eftir at gamli var farin av arbeiðsmarknaðinum 83 ára gamal, og tað eru bara fáir dagar gingnir síðan hann var á gátt hjá mammu, har vit fingu eitt hugfarsligt prát um gamlar dagar og um dagsins aktuellu mál og spurningar.

Skipstíðina kenna bara teir, sum hava siglt saman við honum við trolarum og línu- og farmaskipum. Stóra virðingin um Hera í lokalsamfelagnum stendur hinvegin um hansara óvanliga hegni at fáast við tað unga fólkið í kommununi. Runavíkar kommuna er landafrøðiliga víð, skúlarnir eru og hava verið fleiri, og úrslitið av hesum er, at børn skulu flytast úr einum heraðshorni í annað allan dagin.

Kristian (Kriss) á Sýnuni keypti ein býarbuss úr Keypmannahavn til skúlakoyirng einaferð í 60´árunum. Slagið var Volvo. Í mun til undirstøðukervið tá, var hann øgiligur. Tað eru størv, ið eiga uppi við sær eina ábyrgd, størri enn tær flestu, og at flyta hitt komandi ættarliðið aftur og fram ígjøgnum eina kommunu, í øllum líkindum, frá heimi til skúla og øvut og frá skúla til skúla, kann bara latast upp í hendurnar á álitisfólki, sum kenna hesa ábyrgd á sær út í ytstu egg. Kriss var soleiðis laðaður. Hann doyði brádliga, og eftir tað avráddu kona hansara Durna og Heri, at hann skuldi taka yvir. Heri hevur havt ábyrgdina av at flyta øll míni børn trygt frá heimi til skúla og heimaftur, og eg haldi meg kunna siga, vegna øll foreldur, at ongin ivi var nakrantíð um, at børnini vóru í serstakliga góðum hondum, tá Heri hevði tikið yvir ábyrgdina. Hann dugdi so hendinga væl at fara við teimum, kendi tey øll, og tey kendu hann so leingi hann var uppi á døgum. Í áleið 20 ár hevði hann ábyrgdina av skúlaflutninginum, við skiftandi bussum, og teir sum síðan tóku yvir hava ikki verið svíkar - tvørturímóti. Teir flúgva undir radaranum, men ábyrgdin er størri enn hjá teimum flestu og teir roynast.

Heri og Paula settu búgv í gerðinum hjá abba hansara í Heiðunum. Har búleikaðust tey saman við børnunum. Tá Heri hevði latið Paula Nónklett upp í hendur at flyta skúlabørnini, valdi hann aftur at brúka síni tøkniligu kynstur á sjógvi og landi. Boð vóru altíð eftir hansara góða skili og hegnisligu hondum, og vit, sum vóru fyri tí vanlagnu, at koma inn í hendan heimin við 10 tummilfingrum, fingu manga hjálpina frá honum. Hóast búsitandi í heimbygdini, hevur hann ferðast dúgliga yvir á Strendur hesi seinastu árini, eftir at hann og Marita valdu at aksla síni skinn við hvørt annað á seinari lívsleið, sum nú brásteðgaði við deyða hansara.

Tíðliga í summar ók vinmaðurin oman í túnið her á Langanesi. Eg visti at minnið hansara var álopið, men í tveir tímar prátaðu vit um alt tað, sum góðir vinmenn nú einaferð kunnu leggja fram á torg. Onkra løtuna var glopp í, men yvirhøvur var støðan á góðari leið. Hann gav mær onkra mynd frá tíðini, táið vit sigldu saman undir Grønlandi. Seinri varð hann álopin á øðrum heilsumótum, og seinastu ferð eg sá hann, var, táið vit báðir vitjaðu mammu, og hann bar henni onkrar myndir frá tíðini, tá tey bæði høvdu verið til skips saman – ein fráboðan um, at kroppurin var farin inn í ein bardaga við tað jarðiska lívið.

Nú gekk toran ómetaliga nær. Við aldrinum fer hon at gera tað oftari, - hagartil tú sjálvur fer um gravarmúlan.

Heri hjá Peturi Oluf, sum vit róptu hann, var ein óvanliga góður vinur at eiga. Hartil skyldmaður og granni. Heysurin var góður, hegnið betri, og so var hann so óvanliga eyðagóður - við einum støðugum farra av speii í bránum. Hittinorðaður og skemtingarsamur luttakandi í sosialum høpum. Hóast hann onkuntíð kundi lata illa at, var hann ómetaliga positivur av lyndi, altíð við tí góða orðinum.

Við Hera hava eg og vit mist ein serliga góðan vin, og eg kann ætla at eg tosi fyri øll foreldur í Runavíkar kommunu, tá eg sigi, at við Hera Hansen sum ábyrgdara av okkara børnum kendu vit ein serligan tryggleika. Ein sjáldan álitismaður.

Mátti Várharra, Hann ið øllum valdar, lati tær eina av frægu tjaldbúðunum, nú tú ert farin hin drúgva teinin heim í Himinsins hallir. Sáran ert tú saknaður frægi skyldmaður, vinmaður og granni. Hvíl í friði.

ES: Volvo-bussurin, sum Kriss keypti og Heri seinri átti, og røkti so hendinga væl, at danir ynsktu at fáa hann aftur, stendur nú á einum akfarsavni í Odense. Eisini eitt klípi í søgu okkara.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo