40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Sama dagin sum hann fylti 75 ár, legði bygdarmyndin Janus Uldall árarnar inn. Tað hoyrdist á accentini, at hann var útlendingur, dani, hóast hann størra partin av lívinum búði og virkaði í Føroyum. Sum ungur var hann til skips, seinri lærdi hann rørsmíð og á Skála Skipasmiðju mundi hann vera í tænastu stóra partin av lívinum. Hann búði á Skála. Vit, sum av og á vóru á sleipistøð hinumegin fjørðin, vistu hvør ið hann var, hóast vit ikki kendu hann. Janus var ikki munnlamin, tí hoyrdist hann í mannfjøld, og fleiri minnast kanska, at hann tíðum ringdi til fimmaran í Útvarpinum, har hann segði sína hjartans hugsan um viðkomandi evni, serliga um tað hevði eitthvørt við arbeiðsmarknaðin at gera. Í øðrum sambandi hava vit eisini hoyrt í málið á honum í sama miðli, m.a. um hvussu tað var at vinna ein stóran Lotto-vinning. Nakrar milliónir. Hann kom væl frá svarunum, og var ikki sørt sarkastiskur og samstundis skemtiligur, fyri ikki at siga sjálvironiskur, tá ið hann greiddi frá hvussu lívið broyttist, eftir at hann hevði staðið undir hesum peningaregninum. Tá fjølgaðist vinameingið brádliga – og líka skjótt hvarv tað. Tað er í neyðini tú vinir tínar kennir – og ikki øvut.

Okkara vegir runnu av álvara saman ein dagin fyri nakað nógvum árum síðan, táið hann ringdi og spurdi um eg kundi røða fyri Merkinum við Kahyttina á Skála. Kahyttin er Bátafelagið á Skála. Eg lat mær ikki siga. Kahyttin, gamli skúrurin niðri við bátahylin, mundi tá traðka sínar barnaskógvar. Har var væl av fólki komið saman hendan 25. apríl fyri áleið 12 árum síðan. Eftir at eg hevði tikið við starvinum sum havnarmeistari við Runavíkar havn rann meiri saman – í telefonini, og tá eg var í arbeiðsørindum á Skála. Táið eg ringdi til hansara, spurdi eg alt fyri eitt, við hálvbrotnari accent, um tað var “Chefan i Kahyttan” eg tosaði við, og hann svaraði altíð prompte við spurninginum, um tað var “Chefan i kommunan” hann tosaði við. Sjargongin var løtt okkara millum. Vit vóru somikið á bylgjulongd, at eg fleiri ferðir varð boðin sum gestur til ársveitslurnar hjá Bátafelagnum á Skála, í Ítróttarhøllini. Ógloymandi festir við røstum kjøti, har Janus kundi flyta fram røðu upp til 4 ferðir sama kvøld, og veitslan útviklaði seg sum oftast til eina so skemtiliga vulkan, táið Kári Johannesen imiteraði Uldall, so væl, at ongin var meiri kátur enn Uldall sjálvur av kommersinum.

Janus var primus inter pares í Kahyttini. Fremstur millum líkamenn. Um tað stóð ongin ivingur. Allir vistu, at gamli skúrurin var ein fyribilsloysn – ein vánalig fyribilsloysn, sum kortini kundi brúkast, og í henni eigur man mangar góðar løtur. Spakuliga kom málið um eina nýggja Kahytt inn í prátið. Sum borgarstjóri hevði eg heilt nógv við tað málið at gera, og serliga nógv við Janus at gera ta tíðina. Vit báðir samdust um hvønn leiklut kommunan skuldi hava í verkætlanini, sami leikluturin sum á Glyvrum, og tá tað varð lagt fyri býráðið, tóku øll í býráðnum undir við uppskotinum. Janus var áhoyrari tá málið kom fyri, og undir sama fundi skrivaðu vit undir neyðugu skjølini í sakini. Hetta var kortini bara ein partur av kostnaðinum – meginpartin megnaði felagið – og nú feløgini - sjálvi at fáa upp at standa.

Janus var ongin ja-sigari, hann kundi onkuntíð vera kontrerur fyri ikki at siga kontroversiellur, og tá kundi tað henda, at hann legði sjógv ímillum seg og onnur. Í so máta havi eg onkuntíð fungerað sum diplomatiskur figurur, semingsmaður, í nevndini, tí nýggja Kahyttin var ein lutfalsliga stór verkætlan fyri eitt lítið felag, harvið kundu mál taka seg upp, har semja ikki var millum menn um alt. Tað var sera skilagott, at Bátafelagið og Eldrafelagið í bygdini gingu saman um hetta snotuliga húsið - til gagns fyri báðar partar.

Heilsan hjá Janusi hevur í eina tíð verið vánalig. Ringa støðan hevur eftir øllum at døma staðið við og versnað. Tað harmaði tey flestu hendan dagin, táið nýggja Kahyttin skuldi takast í nýtslu, at formaðurin beint fyri hátíðarløtuna fekk forfall av heilsuávum. Øll høvdu unt honum at staðið við hendan varðan, júst hendan dagin, sum hann hevði brúkt so nógva orku fyri at røkka. Onkuntíð tosaði hann um at leggja frá sær, helst hevur hann verið móðari av ilsku enn vit sansaðu, men hann lat seg hvørja ferð yvirtala til, at halda fram til tann dagin sveinastykkið hansara var endaliga liðugt og kundi takast í brúk.

Nú orkaði hann ikki meira. Bygdarmyndin á Skála – Janus Uldall. Vit vóru ikki altíð samdir, men vit funnu nakrar loysnir saman, sum hava verið til gagns, - nú hjá monnum og kvinnum á Skála.

Nógv hava staðið saman um og virkað í setninginum fyri at fáa Kahyttina upp at standa, men tað fer onki av nøkrum um eg sigi, at hevði Janus ikki verið so íðin og koyrandi fyri hesi søk, so var støðan ein onnur. Hann var formaðurin og frá byrjan framherjin fyri at røkka málinum.

Hvíl í friði góði Janus, og mátti Hann ið øllum valdar, og sum tú hevði sett títt álit á, tikið sær væl av tær í hini himnesku sferuni.

tobbi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo