Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í kalendaranum stendur 27. januar sum “Altjóða dagur til minnis um Holocaust”.  Eisini her í Føroyum er hesin dagur vorðin minnisdagur um fólkadráp og Holocaust.

Einaferð um árið kunnu vit støðga á og lata tankarnar leita umleið 75 ár aftur í tíðina, tá ið ræðuleikarnir í Seinna heimsbardaga leikaðu á, og tað seinni frættist, at umleið 6 milliónir sakleys menniskju, tey flestu jødar,
vóru fyribeind í Evropa, í skipaðum fólkadrápi, sum ikki hevur sín líka.

Seinni heimsbardagi kostaði eisini okkum føroyingum nógv, tá ið vit hugsa um, at upp í móti 200 av okkara sjómonnum lótu lív av krígsávum.

Øll vóru tá á einum máli um, at slíkur ræðuleiki mátti ikki endurtaka seg. Felagsskapurin ST varð stovnaður at tryggja frið í heiminum, men ivasamt er hvussu tað hevur eydnast.

Tíverri eru fleiri ógvislig fólkadráp hend síðan Seinna heimsbardaga, og henda enn í dag.

Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevur í nøkur ár skipað fyri minningarhaldi, so at vit ikki skulu gloyma henda serliga minnisdag.

Komandi hóskvøld 26. januar kl. 19.30 verður minningarhald í ØSTRØM á Skálatrøð í Havn.

Rani Skaalum, Elsa og Róland í Skorini fara at hugleiða um evnið: “Fólkadráp – Holocaust og bjargingarfólk”.

Rani, Elsa og Róland eru øll lærarar ið hava nomið sær kunnleika um hetta serliga evnið.

Bárður Tindskarð og “Tey á Váli” fara at syngja nakrar sangir.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið í Østrøm hóskvøldið, (inngongd omanfyri).

Vinafelagið Føroyar-Ísrael

les meira á shalom.fo   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo