40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hóast alt bendi á, at seinasta tíðin var komin, so var tað, hóast hetta, sera tungt tá ið boðini komu um at Poul Nolsøe var farin herfrá.

Hóast tað nú er eitt sindur síðani, at sjúkan varð staðfest, so hevur Poul Nosløe, við sínum lætta lyndi, sæst til fótbóltsdystir hjá KÍ, sum hann bar serligan tokka til.

Sjálvur havi eg havt nógva gongd inni hjá Poul Nolsøe og Jórun av tí at Rógvi og eg hava verið vinir størsta partin av lívinum.

At koma inn í heimið á Kjalarvegnum, hevur altíð verið so ótrúliga stuttligt. Har sloppu vit næstan alt.

Bæði Poul Nolsøe og Jórun hava altíð verið so ómetaliga fyrikomandi, jalig og hjálpsom, og fyri vinnmennirnir hjá Rógva, føldu vit, at her bar alt til.

Tað sum eg kenni Poul Nosløe best fyri, er hansara fyrikomandi hugburð og stóra áhugan, sum hann vísti øllum vinunum hjá Rógva og Boga.

Hann spurdi altíð nógv, var áhugaður, rósti og eggjaði eisini øllum at dríva á í tí stremban tey høvdu til eitthvørt, sama um tað var ítróttur ella arbeið.

Hann dyrkaði tað, sum ein kundi semjast um, og tað sum lá fyri framman.

Hann dvøldi ikki við tað sum var farið, men vildi heldur hugsa størri og framatrættað við atlit til framtíðina.

Júst tí hann hevur havt slíkan hugburð, hevur hann helst eisini verið so vælumtøktur allastaðni, har hann hevur arbeitt og virkað.

Poul Nolsøe var sera dugnaligur við hondunum og til sítt yrki.

Av tí at barnaheim mítt á Heygavegnum liggur beint omanfyri barnaheimið hjá Poul Nolsøe, so kom eg eisini at kenna pápa hansara, Hallur og Elmu og tær yngru systrarnar Valborg og Dinnu.

Poul og Hallur vóru heldur ikki heilt ólíkir, tí eisini har merkti eg altíð blíða og áhugaða lyndi.

Bert 65 ára gamal ert tú farin herfrá - alt ov tíðliga.

Tú hevði nógv at geva og hevur givið nógv. Tú elskaði tíni nærmastu og tú vart elskaður av so mongum. Jórun, Bogi og Rógvi við familju!

Tit hava mist ein ótrúliga fittan mann og pápa, sum tit av sonnum kunnu vera errin av og spegla tykkum í.

Sum familja er tykkara missur stórur, ikki minst fyri abbabørnini, sum eisini hava mist.

Nú hevur Poul Nosløe fingið frið eftir sjúkralegu. Má Harrin troysta tykkum og styrkja tykkum í tíðini sum kemur.

Æra veri minni um Poul Nolsøe Laksáfoss.

Jógvan Skorheim

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo