Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Fríggjadagin 20. august komu heilt óvæntað og alt ov tíðliga tungu boðini um, at Annebet ikki var okkara millum longur.

Annebet varð fødd tann 10. mai 1951. Foreldrini vóru Lena og Jóhan á Ørg, í Sørvági.

Annebet vaks upp í einum góðum og tryggum heimi. 

Annebet giftist við Tummas Jacob Johansen, sum er ættaður úr Miðvági, og tey fingu trý børn, Helena, Emil og Tummas Jóhan.

Tað sum eyðkendi Annebet var eitt livandi menniskja við ljósum lyndi.

Annebet var kend fyri at vera eitt vinsælt menniskja brosandi, vinarlig, rólig, tolin og hevði ein hóvligan atburð.

Annebet var sera sosial, og hon elskaði lív rundan um seg. Henni dámdi væl at ganga til “Virkin sum longst”, har hon spældi sjavs og so dámdi henni sera væl at fara á bingo.

Eitt heilt serligt menniskja, sum alt lívið stóð familjuni sera nær.

Hon setti seg sjálvan til síðis fyri at vísa umsorgan og næstrakærleika fyri øðrum menniskjum.

Annebet gekk høgt uppí sína familju. Familjan kom altíð í fyrstu røð.

Ommubørnini kundu altíð ringja alla tíð á døgninum, óansæð hvar tey vóru, so fór hon eftir teimum.

Saknurin og tómrúmið er gapandi stórt, nú Annebet er farin, men minnini liva víðari. 

Tankar og tann djúpasta samkenslan leita til tykkum avvarðandi í hesi sváru tíð.

Vit standa øll saman við tykkum í sakninum.

Við hesum reglum lýsa vit frið yvir minnið um Annebet.

Tóra og Elmar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo