Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Nei, badmintonhøllin og svimjihøllin eru enn ikki tær somu, eftir at Lias ikki er har meir - ein saknar framvegis hansara vinsomu heilsu við sjómans-honnøri og brosi – har á blotanum fyri hóvligar svimjarar.

Og fittari og fryntligari pari møtti tú ikki í býnum enn Frígerð og Lias. Altíð við eini viðkomandi viðmerking og stuttum, stuttligum práti.

Hitti Lias fyrstu ferð í apríl 1963 í Vævergade 1, har ið Hanus, svágur, og Hildibjørg stutt fyri fluttu inn í - eftir tann sera harða frostveturin 1962/63 – úr eini íbúð við kulda og morgun-gleri á køks veggjum.

Hildibjørg bar fyrsta barni undir hjarta, og Lias sigldi tá sum stýrimaður við “Jonnu Dan” og var komin inn á gólvi á ferð til Føroyar, og hann førdi vælhýrdur orðið, sum vit altíð høvdu kent hvør annan.

Av sjómannsætt
Johan Elias Egholm (11.08.1936 -1.11.2022) var av sjómannsætt og fór ungur somu leið - fyrst á sjómansskúla í Svendborg í 1953 - og fekk prógv sum skipsførari í 1959 í Kjøpinhavn.

Til skips fór Lias í 1952 við “Gudrun Zoega”, seinni við “Sonju Egholm”, “Flóðarkletti”, “Skortaberg”, “Hoyvík” og við “Tjaldrinum”, skipari var Hans Niklái Jatnagarð og í 1957 við “Fiskanesi”, skipari var Hans Pauli Johannesen.

Í 1959 fór hann sum stýrimaður við “Eriku Dan” hjá J. Lauritzen við vísundarligum granskingarbólki úr Belgiu heilt suður til Suðurpólin. Seinni sigldi hann nøkur ár við øðrum Dan-skipum hjá J. Lauritzen so sum “Arabian Reefer” á langfart í Fjareystri.

Í 1968 mynstraði Lias við skipi hjá Mærsk og sigldi sum yvirstýrimaður við “Thorø Mærsk” við bananum úr Suðuramerika og eftir hetta við fleiri øðrum skipum hjá Mærsk. Frá 1974 var hann skipari á “Mærsk Helper”, “Mærsk Supporter” og “Mærsk Server”, ið vóru supplay skip.

Og ikki er at undrast á, sum tann álitismaður, ið Lias var og royndist, so vildi Mærsk Mc-Kinney hitta Elias og aðrar líkar á ferð síni í Føroyum.

Fagnarløtur
Mangan hittu vit Lias og Frígerð á Heiðastubba 8, ofta í føðingardagsveitslum v.m. hjá Hildibjørg og Hanusi, har ið Lias og aðrir svágrar sótu væl - hetta vóru gævustundir við skemti og práti so ymsastaðni frá sum úr Nólsoy, av Sandi o.s.fr. - og væl dugdu hesir at siga frá.

Onkur spurdi eitt nú: “Hvussu var tað, at velja sær gentu burtur úr øllum úrvalinum, tí á Sondum vóru 12 systkin - og har av 7 døtur - og allar líka vakrar og tekkiligar? “.

“Jú”, svarði ein teirra: “Ikki var tað lætt, tí áin var mangan stríð í myrkri at fara tvørtur um, og onkur datt einaferð um eina kúgv, so eg mátti bara sum frægast – skjóta í flokkin!”

Veruleikin var tó tann, at táið hesin fríggjarin kom upp i leikin, var bara tann yngsta eftir, varð sagt (!). Og øll í skelli látri!

Lias hevði ofta onkra viðmerking um politikk og samfelagslig viðurskifti, men altíð skemtandi við einari góðsligari afturundirgerð.

Tey hittust í Havn
Lias og Frígerð komu at kennast sum ung í Havn, táið hon tænti hjá kommandørinum, nevndur: Marinu-Madsen, og væl hevur hon avrikað sítt starv, tí hon varð biðin at koma niður við, táið tey fluttu Danmarkar, og hon fór.

Frígerð og Elias giftust í Kjøpinhavn 1959, og tey fingu tríggjar døtur: Vivi, Laila og Marin. Tær eldru búgva í Havn og tann yngsta býr niðri.

Annað vinalag
Lias átti eina systir, Margith, ið lærdi til sjúkrasystur saman við Mariu (einastu systir Annelenu, sum sárt saknaði systrina fyri lívið) og tær tóku báðar prógv á Landsjúkrahúsinum í 1953.

Maria fór síðani niður til Nykøbing at supplera, sum tey søgdu tá, og arbeiddi har nøkur ár. Hon giftist til jólar 1957 og longu 15. mars 1958 vóru boð eftir henni, 28 ára gomul, og hon er grivin í Nykøbing.

Hvørja ferð, ið Annelena møtti Margith, segði Margith henni frá, hvussu góðar vinkonur hon og Maria vóru, og hvussu hendinga gott fólk og skilafólk, ið Maria var...

Jú, so er, sum Kim Larsen syngur:

Om lidt blir her stille
Om lidt er alt forbi
Fik du se det du ville
Fik du hørt din melodi...

Og tí henda fátæksliga, seinkaða heilsa, meðan “kippað” verður við flagginum fyri Liasi, einum sera dámligum og góðum sjómanni, sum vit alvegis fari at minnist.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo