Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Góði Jakku

So setti tú tína seinastu kós, og leiðin gekk handan sjónarringin og inn í ævinleikan, og ert tú nú komin á slættan sjógv uttan nakrantíð aftur at fáa aldubrot yvir teg, hvørki frá náttúru ella frá menniskjum.

56 ár untist okkum at sigla saman, og nú eg siti her og blaði í minnunar dagbók, renna tankarnir aftur á farnu tíðina, javngamlir og syskinabørn førdi okkum saman á ein serstakan hátt og hava vit liva saman í viðgangi og mótgangi øll árini.

Eg minnist løturnar, sum smádrongur har vit saman í fjørðuni leitandi eftir krabbum, fiskaðu og bygdu flakar.

Hjá okkum smádreingjum var fjørðurin verðin, langar sjóferðir blivu gjørdar út í Selvíkar, Breiðánna og til Býggjars, uttan bjargingarvest og hentleikar annars.

Vit fylgdust í skúlanum og tó at hvørgin okkara var nakar elskari av skúlanum vóru vit har, og fingu tað við, sum ribbaldar av okkara slag kundu fáa.

Ferðirnar blivu nú gjørdar á súkklu, og mangir túrar vóru til Miðvágs at vitja ommu og mammubeiggjar, stríggi var at koma framvið Vatnsoyrum har tað altíð tiktist at vera vindur ímóti, men vit hildu áfram og frá ommu fingu vit eta og eisini eitt oyra, sum vit helst eisini settu okkara álit á, áðrenn fráferðina heiman.

Við hvør sínari YAMAHA knallert gjørdist alt hetta lættari og eisini munandi skjótari, men gleðin við at sleppa til ommu var óbroytt og selskapið ja tað var enn hitt sama góða.

Hjá báðum gjørdist sjógvurin lívsleiðin og tað var nokk heldur ikki uttan grund, tí har høvdu vit altíð veri og vit kendu ikki til stórt annað enn sjógvin, har funnu vit hvør í sínum lagi friðin og virðingina fyri okkum sum menniskja, vit untust entá at sigla saman, útróðrartúrar við RÚNU og ein langfara túr við VESTURVÓN.

Alt eru nú bara minnir, og aleinaður standi eg nú við sjóvarmálan og lítið út í sjónarringin, við síðuna av sigur onkur, nú er hann burtur, og rætt er tað, men eg veit, at tó at tú er burtur fyri okkum, ja so er tað onkur á eini arðari stond, sum sigur, nú kemur hann og tað er har vit aftur fara at møtast tann eina dag.

Takk fyri vinskapin, stuðulin og fyri teg sum menniskja, tú vart av sonnun eitt guds barn.

Niels

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo