40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Minningarorð um vinmannin Símon Hansen

(27.01.1933-16.03.2019)

Hóast tað ikki var heilt óvantað, so vóru tað tung boð at fáa, at Símon Hansen, Símon hjá Borgu, sum hann vanliga var róptur í Vestmanna, er farin. Símon var ein góður, trúfastur og álítandi vinur. Tað hevur stóra ávirkan at missa slíkan vin. Símon og eg vóru ikki bara vinir, tilvitað ella ótilvitað valgdu vit somu kós ella lívsleiðir; vit hava báðir staðið í læru á Vestmanna Skipasmiðju. Eftir at hava arbeitt eina tíð sum maskinsmiður, kom hugurin til víðari lesna, og tískil var leitað til Rønde præliminærskúla, har fleiri føroyingar lósu. Uttan at vita um tað, kom Símon eisini til Rønde at lesa. Aftaná skúlan í Rønde, og eisini uttan at vita av hvørjum øðrum, valgdu bæði eg og Símon at lesa víðari til maskinverkfrøði. Aftaná lokna útbúgving sum maskinverkfrøðingur, kom Símon at arbeiða við hita, ventilatión og sanitet. Og uttan at vita hvat Símon gjørdi, kom eg sjálvur eisini at arbeiða innan sama HVS økið.

Tá eg lærdi konu mína at kenna, kundi hon ein dagin kunna meg um, at hennara veninda hevði funnið sær ein unnasta úr Vestmanna, og hann var maskinverkfrøðingur, og hann eitur Símon Hansen. Kona mín og nevnda veninda eru báðar úr Vági.

Her kann ein spyrja um okkurt er, sum fær Símon og meg at finna fram til somu kós.

Okkara tilvera kom seinni at flyta okkum nærri saman. Símon bleiv giftur við sínari unnustu Paula Midjord frá Vági, og eg bleiv giftur við venindini hjá Paulu, Helena Skaalum úr Vági og soleiðis komu vit privat at vera meira saman. Símon og Paula fingu 3 børn, 3 dreingir, og Helena og eg fingu eisini 3 dreingir.

Seinni komu Símon og eg at arbeiða í sama firma innan HVS økið í Keypmannahavn. Hetta var ein góð og mennandi tíð, og tað kendist gott at hava Símon sum starvsbróður.

Hóast trivnaðurin var góður í Keypmannahavn, var onkuntíð hugsað um at leita heim aftur til oyggjarnar.

Ì 1974 var eg so heppin at fáa tilboð um at koma heim aftur, eg fekk starv sum vara býarverkfrøðingur, og seinni sum býarverkfrøðingur, hjá Tórshavnar kommunu. Um hetta mundi var sera nógv at gera í Tórshavnar kommunu, fleiri áhugaverdar uppgávur vóru í gerð, og enn fleiri vóru á tekniborðinum, m.a. nýggj brennistøð, nýggj goymsla til brúksvatn, nýggj vegætlan, munandi víðkan av verandi havnaøki, nýggur ringvegur, fleiri nýggjar útstykkingar so sum Berjabrekka, Kommansmýra, Tórsbyrgi, nýtt vinnuøki uppi á Hálsi, á Hjalla og í Vesturbýðnum við Velbastaðvegin, Kommunu samanleggingar. Gera samskipanarætlan fyri býraðslimir og fyri starvsfólki.

Nú hoyrdi eg at Símon eisini var fluttur heim at vera, hann hevði fingið arbeiði hjá Phil & Søn í Føroyum. Við hesari kunning kundi eg ikki lata vera við at spyrja um Símon kundi hugsað sær at hjálpa okkum við teim mongu ætlanum sum kommunan arbeiddi við. Símon játtaði beinan vegin.

Tað var ein styrki og góð kensla aftur at hava Símon sum sín starvsbróður, ein álítismaður í allar mátar. Eg fekk Býráðið at góðkenna, at Símon gjørdist medbýðarverkfrøðingur, og arbeiðið deildu vit soleiðis okkara millum, at Símon tók sær av øllum úti á markini, meðan eg hevði tað umsitingaliga um hendi. Símon hevur altíð duga væl at arbeiða við verkafólki.

Símon Hansen gjørdi at tey 10 árini, sum eg arbeiddi hjá Tórshavnar kommunu vóru, góð, gevandi og lærurík.

Sum nevnt hava Símon og eg arbeitt saman í Danmark innan HVS økið, og í 1984 fingu vit tilboð um at keypa P/F Demich, júst eitt HVS virki. Við góðum stuðuli frá Hans Hansen og Olvur Guttesen, keypti vit Demich, og góvust hjá Tórshavnar kommunu. Mong vóru bilsin yvir okkara avgerð, hava tit eti seym, ella hvat fær tykkum at fara frá einum góðum almennum starvi til eitt ivasamt trotabúgv. Jú eg var ivasamur, men tað var Símon ikki, og tíðin prógvaði, at avgerðin var tann rætta.

Takkað veri Símon Hansen, havi eg ikki haft eitt betri arbeiðspláss enn tað hjá Demich, men uttan Símon hevði tað valla gingið, hann var sera arbeiðssamur og álítandi í øllum, vit vóru ikki altíð samdir, men funnu altíð, ja altíð fram til góðar semjur.

Góði Símon takk fyri alt, takk fyri tít gevandi og góða lyndi.

Hvíl í friði kæri vinur. Jesus verið hjá tær.

Góða Paula, Torkil, Torbjørn og Bjarne, tit hava mist nógv, og sorgin nívir, vit dugi so illa við troystar orðum, men vit kunnu finna hjálp við sálminum hjá Mikkjal á Ryggi :

Tá tungir gerast dagar,
og sorgir herja á,
minst til at leita hagar,
sum hjálp er best at fá,
til hans, sum alvald hevur,
sum øllum unnar best,
sum troyttum hvílu gevur
og vónarleysum treyst.

Trygvi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo