Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

* 9. apríl 1933   † 24. nov. 2023

Victoria, vár bygdarmynd,
nú ert tú farin heim,
tú talaði til oss við fynd,
til hirt tú hevði eim.

Tú átti til oss bros á kinn,
tá tú oss møtti fró(ð),
tú okkum setti spor í sinn,
tí heilsan tín var góð.

Tú visti júst, hvat skuldi til
at gleða hvørja sál,
at lívga hvønn ein hjartans il
var lívið alt títt mál.

Tú lat til savn mítt manga bók,
sum verk tíns faðirs var,
at prýða eina breiða rók
í mínum bókagarð’.

Vit eru mong, ið sakna teg,
nú tú ei meira er,
at síggja vís á várum veg
í tíni dagsins gerð.

Vit takka tær for løtur her,
tú gjørdi okkum glað
til sæl tú fór úr hesi verð,
at finna hægri stað.

pmp

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo