40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Týsmorgunin, 9. juni 2020, fekk eg sorgarboðini, at vinur og samverkamaður okkara í mong ár, Zacharis, var heimkallaður til Harran.

Hesi boðini komu sera óvæntað og dátt við, og fekk hetta tankarnar at leita aftur í byrjanartíðina hjá Evangelisku Røddini, og tað stóra slóðbrótandi arbeiði, sum Zacharias hevur lagt eftir seg hesum viðvíkjandi .

Evangeliska Røddin byrjaði sítt útvarpsvirksemi í 1966 við regluligum sendingum frá Trans World Radio í Monte Carlo.

Tá eg á vári 1971 fór til Danmarkar í útbúgvingarørindum, varð tekniska arbeiði við EvR latið upp í hendurnar á Klæminti Weihe.

Tá hann eitt ár seinni fór sama veg, lat hann hesa tænastu upp í hendurnar á trúfasta samstarvsmanninum Zacharisi Hammer.

Hesa tænastu røkti Zacharias á trúfastan og fullgóðan hátt ígjøgnum øll sjeyti- og væl upp í áttatí-árini.

Fyrstu tíðina húsaðist hann við upptøkutólunum heima hjá foreldrunum við Velbastaðvegin.

Seinni fekk hann í lag at byggja upptøku-studio í Ebenezer.

Hann sá tørvin og hvussu neyðugt tað var støðugt at hava tíðarhóskandi tekniska útgerð.

Fyri at røkka hesum málinum, breyt hann upp úr nýggjum, og fór, umframt at gera sendingarnar og røkja útvarpsvirksemið hjá EvR, undir útgávu av kassettubondum við andaligum sangum og hoyrispølum.

Av hesum útgávum kunnu m.a. nevnast Manskórstevnan (1972), Sálmar og Sangir 1-5 (1972-1980), Midnáttarsangbólkurin, Betesdakvartettin (1975), Sunnudagsskúlasangir (1976), Jóannes Poulsen (1976-1983), Ólavur á Váli (1978), Nicodemussangbólkurin (1980-1984).

Av hoyrispølum kann nevnast "Jónas í búki fisksins" og "Dánjal í Leyvubølinum".

Zacharis hevði nógvar góðar eginleikar, Hann fekk nógv í lag, setti seg inn í tøkni-ivamál, og vann á trupulleikum.

Hann hongdi seg ikki í bagatellir, men fekk tingini avgreidd. Hann hevði árræði og dirvi, var beinasamur og álítandi.

Ærað verið minnið um samverkamannin Zacharias Hammer.

Jógvan Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo