40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tað var í apríl í 1917, at nakrar ungar gentur á Toftum samlaðust í bóndahúsunum inni á Regni til bíbliulestnað, bøn og hugnaliga samverðu.

Skjótt komu fleiri kvinnur og menn afturat, so gamli skúlin var leigaður til at hava møtir í.

Í 1939 varð missiónshúsið, Tabor vígt og arbeiðið mentist alla tíðina.

Í 1994 varð núverandi missiónshús vígt og hevur síðani verið karmur um nógva og fjøllbroytta arbeiðið.

Blái Krossur byrjaði á Toftum í 1908 og var sostatt virkin áðrenn missiónsarbeiðið byrjaði.

Alt hetta og nógv meiri kann lesast í einum minnisritið sum nú er skrivað.

Í heftinum er stutt søguligt yvirlit yvir arbeiðið, sunnukvøldsmøtini, bíbliutímar, leygarkvøldsmøtini og jólaveitslurnar.

Harafturat eru frágreining frá arbeiðsgreinunum sum í dag eru virknar og eru:

Bindimøtið/sjómanskvinnuringurin, Blái Krossur, streingjakórið, sunnudagsskúlin, útimissiónsbarnaringurin, barnakórið, ungdómsmøtini, seinnapartssamkoman, Taborkórið og juniorarbeiðið.

Bóklingurin er 60 síður í a5 stødd við 43 myndum.

Minnisritið, saman við innbjóðing til missiónsvikuna, sum verður komandi viku, verður borið út í húsini í Nes kommunu hetta vikuskiftið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo