Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

"Hvat á jørð kann meira herligt vera enn ein føroysk miðjansummarnátt?” spyr skaldið Rasmus Effersøe í sanginum Føroyingar, sum her nú koma saman (1878).

Góðu sandagerðisgestir

Longsti dagur, og vit fagna ljósinum og lívgevandi lýkkuni, sum sólin sendir okkum. Síðan januar-februarskiftið, tá ið vit plaga at siga, at nú er dagamunur, og at vit ganga móti ljósari tíðum, hava vit kunnað fegnast um, at dagarnir eru vorðnir longri og ljósari.

Ljósið hevur stútt og støðugt vunnið á myrkrinum, og sólin, ófatiliga orkukelda okkara, hevur maktað alsamt meira og loyst ymiskt lív í náttúruni, sum bara hevur bíðað eftir røttu umstøðunum – vætu, lýkku og ikki minst tíð og friði at koma fyri seg.

Vit kunnu undrast á, hvussu skjótt alt grønkar, hvussu tær minstu nálirnar og sprotarnir brádliga standa sum litfagrastu blómur og prúðastu trø og runnar. Smálombini, sum fyri stuttari tíð síðan vóru pinkalítil, eru ikki smá longur, og fuglarnir, sum herfyri stríddust og strevaðust at byggja reiður, láta og leika í at kalla allan sólarringin, tí nú snýr tað seg um at bera ungunum føði og fáa teir floygdar.

Á sama hátt er lívið hjá okkum menniskjum: brádliga er várið her, og vit vakna úr dvala. Vit finna upp á alt møguligt, og nógv skal náast og fáast frá hondini. Vit nosla og triva um, mála, planta og seta niður og fáa hug at fara í hagan og fjøruna og njóta skaparverkið.

Børnini og tey ungu, sum fyri stuttum vóru smá og høvdu tørv á okkum vaksnu og gomlu, eru við eitt runnin upp. Tey eru vorðin sjálvbjargin, og eins og pisurnar, ið gerast floygdar í hesum døgum, síggja vit alsamt fleiri ljósar húgvuknokkar kring okkum. Ljósir knokkar, sum hava stríðst við próvtøkur og lisið í tímavís. Nú eru tey saman við øðrum ungdómi til reiðar bæði at arbeiða og taka sær av løttum og njóta løtuna. Njóta, at summarið og lívið eru í besta blóma.

Ikki bara ljósu húgvuknokkarnir, nei – allir knokkar eiga at njóta løtuna, tí hóast árstíðirnar ganga í ringrás, og ljósið altíð kemur aftur, so kemur tíðin ongantíð aftur. Øll eiga vit bara løtuna, sum er akkurát nú, og tað er okkara uppgáva og skylda at duga og læra at lofta løtuni. Njóta núið, vera í essinum. Steðga á, sansa og ansa eftir øllum tí, ið er rundan um okkum. Tí hvat er rundan um okkum? Hvussu sær tað út? Hvussu ljóðar tað? Hvussu luktar tað? Hvussu umrøða vit tað? Hvussu fara vit við tí? Skulu vit taka tað til okkum? Og hvussu gera vit so tað?

Í kvøld eru vit stødd í Sandagerði, og Sandagerð er ein perla – ein sonn gáva, men eisini ein gáva við ymiskum virði, alt eftir um tú spyrt morgundyppararnar, børnini sum koma her at spæla, tey við hundi, grindamenninar, tráðufiskararnar ella tey, ið ganga framvið og uppliva hvønn túr sum serstakan og ikki akkurát líka sum undanfarna túr.

Havnin hevur fleiri perlur – Vágsbotnur, Reyn og grannalagið eystan fyri Tryggingina, Kilarkanalin og undir Ryggi eru dýrgripir, ið vit eiga at ansa væl eftir og umsita við fyrivarni.

Allar standmyndirnar eru sanniliga eisini lítlir dýrgripir og at velja sær eina standmyndaleið ella listaleið og fara út í býin at uppliva tær er gevandi – sjálv eri eg øgiliga spent at síggja standmyndina av Andreu Árting í Steinatúni. Onkur fuglur hevur sungið, men eg skal ikki vera tann, ið avdúki nakað – í staðin kunnu tit vera spent og forvitin saman við mær.

Nýggja sjósavnið er eisini dømi um spennandi verkætlan, sum kom í ljós herfyri, og sum helst fer at lokka enn fleiri fólk út henda vegin.

Alt gøtukervið, sum er runt umkring í Havn, og sum støðugt verður útbygt er eisini virðismikið, og summar gøtur eru sannar náttúruperlur – skal eg nevna eina, so verður tað gøtan fram við Sandá, og eg má siga, at eg hopi, at tey við evstavaldi viðgera hana og umhvørvið hennara við eirindum. Hon er ein fragd at ganga framvið og broytist við árstíðini, soleiðis at hvør túrur er ein nýggj uppliving. Serliga í tíðini frá vári og móti hásumri er hon hugtakandi – eitt blómuhav í føgrum litum við fuglalívi og øðrum livandi.

Urtagarðurin í gomlu Hoyvíkini við føroyskum plantum og blómum eigur somuleiðis fleiri vitjanir uppibornar, tí hann broytist alt summarið.

Føroyska summarið er ein góð tíð. Tað er stutt, spent og inniligt. Tíbetur hvørvur tað ikki sum døgg fyri sól, tí árstíðin er avtakandi.

Á ólavsøku er fríggingarmyrkt, og í august eru kvøldini framvegis ljós, men summarnæturnar eru styttar. Tað bilar einki, halda summi, tí tá ber framvegis væl til at hoyggja, og síðsummarslýkkan kemur sum ein desert og gevur ávísum plantum síni serstøku gróðrarlíkindi.

Børnini spæla framvegis úti til seint á kvøldi, og rabarbur og epli leita sær áhaldandi upp í ljósið og vaksa seg stór og góð. Tað er frukt, ið er góð at goyma og liva væl av, tá ið dagarnir eru skýmligir og myrkir.

Og vit menniskju skulu gera sum vøksturin: vit skulu søkja ljósið, tí í ljósinum er lív og gróður. Megi og magn.

Í fluttari merking er ljósið eisini mynd um lív, vón og ikki minst vit og skil. Orðingar sum “at vera upplýst” og “at vera eitt ljóst høvd” brúka vit um vitandi og vitug fólk. Eins og við tonkum og kenslum ber ikki til at taka í ljósið, men vit kunnu taka við tí, tí vit síggja, hvørja ávirkan og hvat úrslit ljósið hevur.

Serliga um vit køva tað ella látast ikki at síggja eitthvørt, kann tað koma okkum aftur um brekku, at vit bóru okkum óupplýst at, tí alt kemur fyri ein dag. Alt kemur í ljós fyrr ella seinni, og hví bíða til í morgin, tá ið vit øll bara eiga løtuna, sum er beint nú?

Ljós kann nú eisini vera so bjart, at vit ikki síggja tað, sum vit skulu og eiga at síggja, og tá er gott við einum myrkum tóna ella einum sindri av sterkum kenslum at tálma ráðandi skilinum. Tað kunnu H-bygningurin, Tórshavnar havn og Glasir vera dømi um, men vit kunnu eisini venda ljósinum inn móti okkum sjálvum. Er tað neyðugt at spenna bogan so høgt? Hvat um vit hava minni hús, ein ella ongan bil, keypa minni, ganga meira og brúka tað, sum vit eiga, til øll nytta er fingin burtur úr tí?

Kanska tilveran gerst ljósari, tá ið vit føla, at vit geva okkum tíð? At vit hava betri tíð til hvønn annan.

Tey, sum farin eru, kunnu vera okkara ljós á lívsleiðini, og ljósið í tilveruni kann vera at gera skúlating við børnunum, gera ørindi við onkrum gomlum í familjuni, fylgjast til gongu til arbeiðis og skúla ella brúka bussin.

At arbeiða og gera ymiskt í felag, vinir, grannar og fleiri ættarlið saman, kann menna og ríka okkum við nøgdsemi og vitan og førleikum, sum ikki eru at fáa í einum og sama viðfangi nakra aðrastaðni í samfelagnum. Lønin er ikki júst pengar, men ein ljósari tilvera, tí dagurin er merktur av práti, látri, góðari møði, ið fær okkum at hvíla og sova væl. Er ikki meira virði í tí enn simplum pengum?

Við at vera nakað fyri hvønn annan, kunnu vit eisini tryggja hvørjum øðrum ljósar løtur. Ljósar løtur, ið vit ogna okkum sum minni, áræði, kærleika, styrki og aðrar grundleggjandi førleikar og kenslur.

Hesar ljósu løtur kunnu vera gull verdar og júst tað, ið ger, at tær myrku løturnar eru til at tola og klára. Tí sjálvandi koma myrkar løtur, men eins og vit á ársins stytsta degi heldur venda myrkrinum baki og líta frameftir móti ljósinum, kunnu vit velja at takkla myrkrið við ljósum og opnum sinni.

Vit kunnu hava orðini hjá Effersøe í somu yrking í huga og sanna, at “hvat er væl eitt lív við ongum stríði? Sum ein máni fyri uttan ljós!”  Vit kunnu gera av at lata ljósið vinna og altíð lata tað hava yvirvág.

Hugsa vit um himinknøttarnar sólina og mánan, sum eiga hvør sína tíð á degnum, so ER meira ljós til í verðini enn myrkur. Og í dag, á ársins longsta degi, gera vit tað sama sum á ársins stytsta degi: Vit fagna ljósinum, geva yrkjaranum rætt og sanna, at “einki er so herligt sum ein føroysk miðjansummarnátt."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo