40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hon var gomul, og tíðin rann undan. Hon væntaði, at næstu ferð farið varð frá húsum, vildi hon verða borin. Ferðin um evstu sín, haðani eingin vendir aftur, var í nánd. Støðan órógvaði ikki, tí svá er lívsins gongd. Hon hvíldi í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara og átti friðin hin æviga í hjarta, sál og sinni.

Ferðin um evstu sín var fyri henni ein heimferð inn í tað lovaða landið. Ævig sæla í Guðs ríki millum fjøld av einglum í Jesu nærveru. Hon var sannførd um at møta sínum kæru aftur, teimum, ið undan vóru farin inn í ævinleikan. Ein friðsæl vón, ið gagnaði jørðini og gav styrki til dagin og vegin.

“Prestur, tað er einans ein avbjóðing eftir hjá mær at loysa, og hana má eg lata tær í hendi.” So valdaði tøgn eina góða løtu. Eitt smíl rann um andlitið, meðan tárini runnu oman eftir kjálkunum. Hon legði sáttliga afturat: “Nei, prestur, ikki í tínar hendur. Eg leggi tað í Guðs hendur.”

Hon var einkja og hevði í nøkur ár húsast einsamøll við soninum, ið bar brek við atliti at menning og førleika. Hann megnaði ikki at taka ábyrgd av sínum egna lívi. Tann seinasti spurningurin hjá tí doyggjandi mammuni var, hvussu framtíðin hjá soninum fór at laga seg, nú mamman skjótt fór frá húsum fyri seinastu ferð.

Lítla skjáttan til ferð hennara var pakkað við stórum innihaldi. Alt, ið var neyðugt til ævinleikan átti hon í trúnni á Jesus. Skjáttan var hennara egna hjarta, har Jesus hevði búð sum húsfólk í nógv ár. Frelsarin hevði myndað lívið vakurt og gott, hóast nakrar løtur vóru tungar og avbjóðandi.

Nú hin seinasta ferðin var í nánd, legði hon leiðsluna heilt og fult í hendur frelsarans. Gesturin var vorðin húsfólk og hevði gjørt vegin gongdan. Gesturin, ið var húsfólk, leiddi við trúgv til trúar heim í tað himmalska ríkið, har himinsins bústaður stóð búgvin til innflytingar.

Einki var fremmant. Kenda andlit frelsarans gjørdi himmalin fjálgan og heimligan, nú dyrnar inn í ævinleikan spakuliga vórðu latnar upp. Hann, ið áður bankaði á hjartans dyr, kom inn at vitja og tók búgv. Vitjanin broytti jørðina og ævinleikan til eina innihaldsríka nútíð og eina vónríka framtíð. Eygu hennara sóu inn í tað lovaða landið, sóu vakurleikan fríari og vakrari.

So legði hon sonin í Harrans sterku hendur, fullvís og trygg. “Kæri Harri Jesus, minst til son mín, tá ið tú tekur meg heim í ríki títt.”

Tað legðist ein friður yvir alt likamið, og andlitið endurspeglaði eina himmalska dýrd. Tað seinasta pettið av hennara lívsverki var gjørt, og hon legði frá sær mett av døgum.

Ein vøkur bøn fyri soninum, ið hevði sínar avbjóðingar og avmarkingar. Ein mamma, sum alt lívið livdi fyri sonin, bað sína seinastu bøn. Móðurkærleikin ber tvørtur um deyðan, og bønin verður svarað í Guðs tíma.

Ta seinastu løtuna varð einki orð talað, var einans vitni til stórleikan í trúnni á Jesus Krist. Ein veldigur vitnisburður um friðin í hondum Guðs. Men nakað áðrenn høvdu vit umrøtt trúarinnar vissu og loyndardóm. Guð, ið klæðir liljurnar á markini og føðir himmalsins fuglar, fór eisini at taka sær av dreinginum, tá ið mamman varð kallað heim.

Henda trúgvandi mamman varð bønhoyrd. Tað er mær ein sonn frægd at møta syni hennara saman við fólki frá Almannaverkinum úti í tí almenna rúminum og á vitjan í Guðs húsi. Væl ílatin, reinur og í góðum standi.

Tey eru sum einglar Guðs, tey, ið taka hond um okkara veikastu í samfelagnum. Almannaverkið er ein vælsignað skipan, ið næstan altíð virkar væl. Skipanin kann mennast, og vit mega sum samfelag raðfesta menniskju í fremstu røð.

Í 2017 hátíðarhalda vit trúbótina, at tað eru liðin 500 ár síðan Martin Luther hongdi teir 95 setningarnar á slotskirkjudyrnar í Wittenberg. Trúbótin vísti av nýggjum vegin til frið og frelsu í trúnni á Jesus Krist og sáttargerð hansara við deyða á krossi og uppreisn av deyða og grøv páskamorgun. Trúbótin vísti til skriftina.

Í størri mun enn vit mangan geva gætur, er trúbótin ein samfelagslig umskipan. T.d. fór tann almenna sosiala umsorganin frá kirkjuni ella kleystrinum til tað verðsliga samfelagið. Trúbótin kveikti onkursvegna ta sosialu skipan, sum eyðkennir tað norðurlendska samhaldsfasta vælferðarsamfelagið.

Vit kunnu biðja til Guðs og heita á tað almenna samfelagið, at tað er onkur, sum minnist okkum, tá ið neyðin ger okkum veik og verjuleys.

Annar illgerðarmaðurin, ið var krossfestur saman við Jesusi, bað so inniliga, at Jesus mátti minnast til hansara. Hann fekk lyftið um ferðalag inn í Paradís. So langt røkkur bøn teirra hjálparleysu. Amen.

Orðið: “Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!” (Lukas 23,42).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo