40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Sambært spurnakanning á VP, so høvdu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin einsamallir fingið gjørt samgongu, og við 60 prosentum av veljarunum sum grundarlagi.

Veljarakanningin gevur Fólkaflokkinum 38 prosent og Sambandsflokkinum 22 prosent. Taka vit so tey 6 prosentini hjá Miðflokkinum við, so hevði gamla samgongan fingið 66 prosent av atkvøðunum, um val var nú.

Vert er sjálvandi at nevna, at slíkar kanningar skulu takast við størsta fyrivarni, men sambært tosinum úti millum fólk, og teimum lesarabrøvum sum hava verið at sæð í miðlunum frá bæði ungum lesandi og eisini frá vinnuni og øðrum, so er nógv sum bendir á, at somu orð kunnu brúkast um hesa samgonguna, sum Miðlahúsið við Eiriki Lindenskov brúkti um gomlu samgonguna: Samgongan er svævd!

Meðan vit bíða eftir at Kringvarpið og Miðlahúsið fara at gera eina veljarakanning, sum miðlarnir báðir vóru so óførir at gera undan valinum, tá tað onkuntíð komu einar tvær út um dagin.

Hvønn flokk hevði tú valt í dag?

  • Javnaðarfl.
    8%
  • Fólkafl.
    38%
  • Sambandsfl.
    22%
  • Miðflokkin
    6%
  • Nýtt Sjálvstýri
    6%
  • Framsókn
    4%
  • Tjóðveldi
    16%

Atkvøtt hava 3324

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo