Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fyrr so vakra reyðbókin norðan fyri kioskina hjá Astu - “Miusa træ” – er deyð og verður skorin niður og tikin upp við rót í kvøld millum kl 18 og 22. Tað er Hjálpirót, sum tekur sær av arbeiðnum.

Talan er um eitt søguligt træ. Fleiri enn 100 ár eru liðin, síðan urtagarðarnir og trøini í miðbýnum vórðu gróðursett sum ein grønur ringur um miðbýin. Í dag duga vit illa at ímynda okkum, hvussu verið hevði, um trøini ikki vóru har.

Jørgen-Frantz Jacobsen skrivar í nøkrum hugleiðingum, at sovorðin eyðkendur blíður dámur er yvir Áarvegnum. Ongin væntar hetta so norðarlaga í einum berligum landi.

Í Havn hava verið og eru familjur við stórum áhuga fyri urtagarðsarbeiði. Tey í Geil og tey hjá Trónd Hansen, Rasmus Effersøe, Rikard Long og seinni Karl á Tórgarði og Thorvald Poulsen og onnur, ið hava lagt stóra orku í at gróðurseta og røkja urtagarðarnar og frílendini í býnum.

Í 1904 fór Trónd Hansen sum tann fyrsti í landinum at selja jólatrø í miðbýnum í Havn. Hann hjálpti eisini Djóna í Geil, sum plantaði fyrstu trøini í Viðarlundini í Havn. Trónd Hansen gjørdi eisini urtagarðin millum Sparikassan og Tinghúsvøllin. Har plantaði hann eitt træ fyri hvørt barnið, ið konan, Stephania, átti.

Tann fyrr so vakra reyðbókin, sum stendur norðan fyri kioskina hjá Astu, varð kallað “Miusa træ” eftir Miu Trónd, ið varð fødd í 1914 og doyði í 2003.

Reyðbókin stendur ikki í einum nátúrligum umhvørvi í miðbýnum í Havn – hon hoyrir heima í skógi og fríari náttúru. Í miðbýnum hevur hon helst havt tað hart, viðhvørt ov nógv vatn, viðhvørt ov lítið, hon hevur verið vavd inn í strips og leidningar og neglt hevur verið í hana – og samanlagt hevur alt hetta møguliga gjørt lív hennara trupult.

Herfyri varð so staðfest, at reyðbókin ikki fór at koma fyri seg aftur. Og tí varð avgerð tikin um, at taka hana upp og at seta eina nýggja 4-5 metra høga reyðbók niðuraftur sama stað. Umstøðurnar verða samstundis gjørdar so góðar sum møguligt fyri, at nýggja reyðbókin skal trívast. Og so vóna sjálvandi øll, at reyðbókin fær frið at vaksa og trívast.

Tað er nógv timbur í eini slíkari reyðbók, og tað skal sanniliga ikki fara til spillis. Borgarstjórin hevur verið í samband við familjuna hjá Trónd Hansen, sum ikki høvdu atstøður at taka sær av trænum.

Tí er ein partur av trænum latin til handverkslistarfólkini Joel Cole, Ole Jacob Nielsen, Brynolf Lamhauge, Sjúrð Poulsen og Verner Hansen. Verkstaðið Vón fær eisini ein part av trænum og borgarstjórin fær eina einstaka grein í varðveitslu.

Tað er felagið Hjálpirót, sum fer at skera reyðbókina niður í kvøld millum kl 18 og 22.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo