Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FBF Úrslit/Føroya Tele-deildin, kvinnur: Ternan – Mjølnir 0-3 (8-25, 15-25, 14-25)

Eftir tryggan 3-0 sigur á Ternuni í kvøld – tann fjórði á rað í Føroya Tele-kappingini - er Mjølnir av álvara við í kapprenningini um seinna finaluplásið í FM-kappingini saman við Fleyr og SÍ. Við teimum trimum stigunum kemur Mjølnir upp á 14 stig fyri fyri átta dystir, beint í hølunum á SÍ sum hevur 15 stig fyri níggju dystir. Nakað frammanfyri er Fleyr við 20 stigum fyri níggju dystir.

Tað tók Mjølni einans 13 minuttir at vinna fyrsta settið 25-8, eftir at Mjølnir fór frá 10-5 til 23-6. Ternan stóð seg munandi betur í øðrum setti og var bert aftanfyri við trimum stigum við støðuna 10-13, tá tað fór at dragna, og Mjølnir síðan vann 25-15. Í triðja setti fór Mjølnir tíðliga seks stig framum, áðrenn settið varð vunnið 25-14.

Sunnudagin hevur Fleyr trupla uppgávu, tá ósigraða oddaliðið Dráttur vitjar. Hetta kann gerast gyltur møguleiki hjá Mjølni og SÍ at nærkast Fleyr, skuldi havnarliðið ikki fingið stig í tí dystinum. Men hjá Mjølni verður uppgávan ímóti TB sunnudagin alt annað enn løtt. Seinast tey spældu, vann Mjølnir 3-2 á Tvøroyri. Hjá SÍ sær uppgávan lættari út, tí mótstøðan sunnudagin er Ternan, sum einki stig hevur vunnið enn og bara eittans sett.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Dráttur

10

23

27

2

Fleyr

9

13

20

3

9

3

15

4

Mjølnir

8

2

14

5

TB

8

-4

10

6

KÍF

10

-14

7

7

Ternan

8

-23

0

Næstu dystirnir í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Sun. 4. feb.: SÍ - Ternan Kl. 13:00
Sun. 4. feb.: Mjølnir - TB Kl. 14:00
Sun. 4. feb.: Fleyr - Dráttur Kl. 17:00

Allir dystirnir verða stroymdir í Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo