Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tveir venjingardystir eru á skránni, tá kvinnulandsliðið í februar mánað fer á venjingarlegu í Malta - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Sum liður í fyrireikingunum til dystirnar í komandi EM-undankapping, sum eru á skránni í vár og í summar, fer A-landsliðið við kvinnum á venjingarlegu í Malta frá 19. til 27. februar.

Og umframt venjingar, skulu føroysku kvinnurnar eisini spæla tveir venjingardystir á ferðini. Tann fyrri verður móti Malta mikudagin 22. februar, meðan seinni venjingardysturin verður móti Albania leygardagin 25. februar.

Báðar dagarnar er avspark klokkan 17:00.

Hvørji mótstøðulondini verða í EM-undankappingini, verður avgjørt við lutakasti, sum verður týsdagin 5. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo