Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Einki annað land ella fólk í heiminum hevur havt størri árin á mentan, lívsførslu og hugburð okkara her á landi enn jødafólkið.

Eg minnist við gleði hvussu lærari okkara, Valborg Simonsen, hvønn morgun sang saman við okkum hendan morgunsangin hjá Mikkjali á Ryggi:

            Faðir fylg mær henda dag,

            vend til tín mítt sinnalag,

            troystaríka trúgv mær gev,

            glaðan hug til dagsins strev;

            villist eg, so vís mær slóð,

            goym øll míni heil og góð,

            Faðir signa land og tjóð.

Valborg Simonsen, sum var fødd á Velbastað 20. oktober 1889, tók læraraprógv í Havn í 1911.

Eftir at hava verið lærari í Vági í 3 ár varð hon sett sum lærari við Eiðis skúla 1. november 1914. Valborg sat í hesum starvi í samfull 40 ár, til hon fór frá sum lærari 1. november 1954. Hon giftist Jóhan Peturi Johansen, einkjumanni á Eiði. Valborg andaðist 11. januar 1967. Tey bæði áttu eingi børn.

Morgunsangurin var fastur táttur hvønn einasta morgun í skúlanum, eftir at vit høvdu sett okkum til rættis á bonkinum, har tvey og tvey okkara sótu saman.

Somuleiðis var bíbliusøgan eisini ein fastur táttur í undirvísing okkara. Hesi bæði, sálmasongurin á morgni og bíbliusøgan, góvu okkum eitt gott grundarlag til dagsins verk og góðan hugburð okkara millum í skúlanum – og uttan fyri skúlans gátt.

Skúlafelagi mín, Jógvan K. Mørkøre, nevndur Jógvan í Løðuni, minti meg stutt síðani á ein serstakan dag í 1948, tá ið vit komu í skúla. Skúlin átti eitt landakort av miðeystri. Hendan dagin tók Valborg hetta miðeysturkortið fram og segði við okkum:

”Tit børn, nú er hetta landakortið broytt. Eitt nýtt land, Ísrael, er stovnað í Miðeystri.”

Henni líkt, hevur Valborg, sum tann gløggi lærari, ið hon var, greitt okkum meiri frá hesum nýggja miðeysturstátinum, sum fekk navnið Ísrael, ið var vorðin endurstovnaður á fedrajørð jødanna.

Vit, sum komu í skúla hendan minniliga dagin, fingu hesi stórtíðindi frá lærara okkara, sum hevði bíblisøgu við okkum. Tá var hvørki útvarpstól ella telefon í hvørjum heimi. Minni enn so. Søguligi veruleikin er tann, at heims- og miðeystursøgan varð broytt ein vanligan skúladag í mai 1948 – beint fyri eygum okkara.

Mær er tað ein stórbær hugsan, at eg havi upplivað dagin tá endurstovnaða ísraelska ríkið gjørdist veruleiki, sum Esaias profetur boðaði frá so mong hundraðtals ár frammanundan. At eg sjálvur seinni fekk tann framíhjárætt at leiða so mangar landsmenn til hetta landið, at vísa teimum øll hesi mongu støðini, sum Valborg lærari og onnur so trúliga høvdu greitt okkum frá úr bíbliusøguni, er mær ein gleðilig og stórbær hugsan.

Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo