Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað reið um snarið í fjør hjá felagnum í Lopra sum fæst við at selja føroyskt kelduvatn.

Úrslitið gjørdist eitt hall uppá 78 tkr sum er munin betri enn árið frammanundan tá hallið var 10 ferðir størri ella 745.000 krónur.

Bøtta úrslitið í fjør skal síggjast í einum munandi betri bruttovinningi. Hann fór frá 780 tkr í 2019 til stívliga tvær mió kr í fjør. Men starvsfólkakostnaðirnir nærum tvífaldaðust sama tíðarskeið og vóru um 1,1 mió kr í fjør.

Felagið dregist við nakað av skuld og heldur tungt gjaldføri, og tað fær grannskoðaran at gera eina viðmerking um "going concern" iva, men leiðslan vísir á bøttu gongdina og væntar, at raksturin fer at batna alsamt og pluss kemur á botnlinjuna í næstum.

Fíggjarstøðan javnvigar við 11 mió kr, eginognin er 3,2 mió kr.

Hallur Fríði Augustinussen er stjóri í Kirvi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo