Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hava Visit Faroe Islands – VFI – (verri fyri ilt) og Hagafelagið, ella kanska ”Skaðafelagið”, fingið Landsstýrið at leggja fram uppskot um hvørji rættindi hvør hevur í landi okkara. Uppskotið er nokk upprunaliga gjørt av VFI og advokatar í Vinnumálaráðnum hava so pussað tað til. Advokatar í øðrum málaráðum hava heilt aðra fatan. Og so Búnaðarstovan sum hevur sínar egnu nýggju tulkingar sum bróta  við alt sum hevur virkað! Og sigur at einasti tilverurættur teirra er treytaleyst at einskilja festijørð til Kommunur, og leggja peningin í ”Búnaðargrunnin”!

Hagafelagið hevur goy um at broyta, verandi væl virkandi lógir á økinum, meðan tey ótarnaði hava gingið á hvørt fjall í landinum, og reypa í stórum um tað. Einasti hagin tey ikki hava verið væl komin í, er hagin hjá formanninum í felagnum – sigst!

Ymiskir lógarrættir
Ein festari er at rokna sum eigari, tað er lógarfest! Men soleiðis er veruleikin als ikki longur! Føroya Jarðarráð – nú Búnaðarstovan – hava ongantíð nokta kommunu at keypa festijørð, og so er flintrandi líkamikið um sølan er oyðandi fyri festið ella náttúru. Og politiska skipanin var so hyggin í matrikullógini at Landstýrið stendur sum ánari av festijørðini.

Festijørðin átti at veri einskild til bóndan fyri fleiri hundrað árum síðani, eins og í øllum øðrum londum – ja sjálvt í Sovjetsamveldinum! Ikki er neyðugt at minna á at festijørðin er tjóvagóðs frá óðalsbóndum. ”Høgt mundu teir høvdið bera – tí fríbøndur vóru teir tá”!

Óðalsjørðin er matrikulerað til eigarin. Í ”Gráubók” er alt nágreinað um rakstur og alt annað. ”Gráabók” kom seint í tríatiárunum og lógararbeiði tók næstan tríati ár. Tað varð ikki hurlað ígjøgnum sum Landsstýri ætlar nú á døgum.

Og nú vera festarar og ognarar minkaðir til at vera ”brúkarar” av grasinum! Ein og hvør annar hevur javnbjóðis ella betri rætt, eisini um hann er ein av øllum miljardunum í heiminum.

Eitt grundstykki, av til dømis festijørð, hevur kosta keyparanum nakrar fáar krónur fermeturin. Restin av kostnaðinum er til byggibúning, vegir, fríøkir, dagstovnar og annað.

Tá hetta stykkið er matrikulerað til nýggja eigaran – Ja, so broytist ognarrætturin alt í einum, til at koma á eitt munandi hægri støði! Her hevur ongin atgongd uttan at vera boðin av nýggja eigaranum!

Ongin, hvørki føroyingur ella ferðamaður, hevur loyvi til at fara í onkran hugnaligan hava, við flottum útsýni, við einum ølposa at hava morgunball í.

Hvussu nógv verða rakt
Óðalsfelagið sigur at eini 8.000 fólk eiga óðalsjørð. Festini eru eini 400 í tali. Rokna vit at kanska tvær atkvøður í meðal kenna seg at varða av hesi jørð, ja so eru kanska eini 17.000 atkvøður sum eru ónøgdar. Tað eru á leið eins og tey íð atkvøddu fyri verandi landsstýrissamgongu seinasta val. 

Høvdu tey funnið saman til næsta val gjørdist tað nógv stórsti flokkur, og kundu stjórna landinum.

Tað hevði ikki verið so galið hjá nýggjum fólkum at fingið eina mánansløn á eini 52.000 krónur umframt tað leysa, og góða pansjón sum seksti ára gamal. Góð tíð hevði eisini verði at røkta seyð og haga.

Bardagin í Mannafelsdali
Í 1307 var ”Bardagin í Mannafelsdali”. Skriva stendur at hann kom av at nógvur skattur var álagdur til at byggja katedralin í Kirkjubø. Onki er at ivast í at munandi partur, um ikki stórsti, av ónøgdini hevur verið av at Katólska Kirkjan, sum ráddi í landinum, stjól ognarjørð í stórum!

Stríði var einans nýggju ár aftaná at jørðin hevði fingið staðfest rættindir í ”Seyðabrævinum” í 1298.

Har eru staðfestar greiðar reglur um – ja eisini gongd í haga!

Hesar reglur eru framvegis galdandi, men nú ætlar Føroya Landsstýri at skerja ognarrættin hjá jørðini fyri eina alt annað en burðardygga ferðavinnu, sum helst verður ein ”døgnfluga”!

Fáa vit eina miljón av ferðafólki sum ætlanin møguliga er, ja so verður vinnan stokkut tí okkara kæra lítla land tolir als ikki ta viðferð sum fylgir við. Uptøssaður runuhagi við vánaligum seyði er ikki nakað ferðafólk og føroyingar ynskja.

Fyrst í 1300 árunum vóru helst ikki mong fólk í Føroyum. Jørðin var grundarlagi fyri at fólk komu at búleikast her. Tí eiga vit at fara væl um jørðina og ikki misnýta hana sum nú verður gjørt.

Tá tey fáu fólkini í 1307 vórðu so ónøgd at tey reistu seg ímóti valdinum, so kann tað ikki verða fullkomilga óhugsandi at tað sama kann henda aftur, sjálvt um ”valdið” heldur seg vera einaráðandi og ”genialt” og fólkið skal bara nikka og takka! 

Lat okkum vóna at Føroya Løgting er meiri at sær komið enn Føroya Landsstýri!   

Hanus P. Vang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo