Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Mikudagin 7. oktober verður MCH Arena í Herning karmur um venjingardyst millum Danmark og Føroyar. Talan er um A-landsliðið við monnum, sum í heyst ætlandi skal spæla tveir venjingardystir, umframt teir seks dystirnar í UEFA Nations League.

Upprunaliga skuldi venjingardysturin móti dønum verðið spældur í mars mánað, men koronafarsóttin vildi tað øðrvísi, og dysturin bleiv útsettur. Nýtt dato er nú funnið, og sostatt verður ársins fyrsti landsdystur hjá monnum, og fyrsti dystur við Håkan Ericson sum føroyskum landsliðsvenjara, ímóti Danmark.

Í januar mánað segði Håkan Ericson soleiðis við heimasíðuna hjá FSF:

– Eg gleði meg at koma í gongd sum føroyskur landsliðsvenjari, og eg síggi við stórum spenningi fram ímóti hesum dystinum. Sum svenskari er tað altíð nakað serligt at møta Danmark, og tað er ikki minni serligt fyri føroyingar og Føroyar.

Hvussu verður við áskoðarum til dystin millum Danmark og Føroyar er ógreitt í løtuni, men kunnað verður um hetta skjótast tilber. Á MCH Arena er pláss fyri umleið 10.000 áskoðarum.

Seinni venjingardysturin í ár hjá A-landsliðnum við monnum verður á útivølli móti Litava mikudagin 11. november, og verður hetta samstundis fyrireiking til seinastu dystirnar í UEFA Nations League.

Venjingardystirnir hava samstundis við sær, at smávegis broytingar verða í skránni fyri UEFA Nations League, har Føroyar eru í bólki saman við Lettlandi, Andorra og Malta.

Skráin
 3. sept. Føroyar – Malta
 6. sept. Andorra – Føroyar
 7. okt. Danmark – Føroyar (venjingardystur)
 10. okt. Føroyar – Lettland
 13. okt. Føroyar – Andorra
 11. nov. Litava – Føroyar (venjingardystur
 14. nov. Lettland – Føroyar
 17. nov. Malta – Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo