Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í kunngerðini fyri føroyskt sum annaðmál stendur, at næmingar kunnu vera í móttøkuflokki upp til seks mánaðir, og at næmingatalið skal vera sjey, fyri at flokkur kann verða settur á stovn. Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, hevur tikið stig til móttøkuflokkin í Runavíkar kommunuskúla. Hann heldur, at treytirnar fyri at seta móttøkuflokk á stovn, ger hann ov viðbreknan.

- Okkara royndir eru, at tað er sera ringt at vita, hvussu nógvar næmingar ella um vit hava næmingar komandi ár, sum lúka treytirnar at koma í móttøkuflokk, tí næmingar koma knappliga og ofta mitt í skúlaárinum. Eg hugsi, at aðrir skúlar hava somu royndir. Sambært kunngerðini er móttøkuflokkurin fyri næmingar, sum mest sum einki duga av føroyskum. Halda vit okkum neyvt til tað, kann tað henda, at eingin móttøkuflokkur er í skúlanum komandi skúlaár, tí vit í verandi løtu ikki vita, um vit hava ella fara at fáa næmingar, sum flyta til landið.

At hava móttøkuflokk við so teprum treytum ger tað trupult at skipa eitt gott tilboð, heldur varaskúlastjórin.

- Vit byggja eitt gott tilboð upp við teimum røttu læraraførleikunum, sum so kanska má halda uppat, tí næmingarnir ikki sleppa at vera í móttøkuflokkinum eftir seks mánaðir. Eftir mínum tykki gevur tað ikki meining at útihýsa næmingi, sum tørvar miðvísa undirvísing í føroyskum sum annaðmál úr flokkinum eftir hálvt ár, bara tí kunngerðin sigur tað. Næmingar læra ógvuliga ymiskt; teir eiga at kunna vera í móttøkuflokkinum so leingi, teir hava brúk fyri tí. Tað kann væl henda, at komandi skúlaár byrjar við ongum móttøkuflokki, men at tað so ein mánað inn í skúlaárið koma næmingar uttanífrá, sum av røttum eiga at fara í móttøkuflokk. Tá er tímatalvan løgd, og lærarar settir til allar flokkar. Hóast vit tá hava royndir við at hava havt móttøkuflokk, er tað sera trupult, tá ið skúlaárið er byrjað, at stovna nýggjan flokk og seta lærarar við royndum at undirvísa í føroyskum sum annaðmál í hann.

Tað undrar Hans Michael í Mittúni, at aðrir skúlar ikki hava tikið stigið og stovnað móttøkuflokk. Ein orsøk kann vera, at tað kann vera ringt at lúka allar treytirnar at seta móttøkuflokk á stovn, eitt nú viðvíkjandi næmingatali, sum sambært kunngerðini skal vera í minsta lagi sjey.

- Har hugsi eg, at ovastu skúlamyndugleikarnir kundu gjørt tað meiri eggjandi at skipa móttøkuflokk við góðum kørmum í nøkrum skúlaøkjum og eisini at lýst meiri við møguleikanum at seta móttøkuflokk á stovn.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo