Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Enn er móttøkuflokkurin so nýggjur, at tey gera sær royndir og eftirmetingar alla tíðina. Spurd, hvussu tað allarbesta tilboðið sær út til næmingar, sum koma til landið og einki duga av føroyskum, sigur Brynhild W. Djurhuus, at tað er ov tíðliga at siga.

- Eg havi ikki svarið, men eg veit, at tilboðið við móttøkuflokkinum er betri enn tað, vit kundu bjóða teimum frammanundan. Í móttøkuflokkinum kunnu vit geva næmingunum eina góða innspræning við at læra málið, um samfelagið og mentanina – ein góðan byrjanarpakka so at siga. Frammanundan hevur tað verið alt ov tilvildarligt við so at siga ongari ætlan fyri hvønn einstakan næming, og tímarnir, næmingarnir fingu, vóru alt ov fáir. Í móttøkuflokkinum er undirvísingin skipað og miðvís og ikki minst meiri nøktandi fyri næmingar og lærarar. Tað er ein keðilig kensla, tá ið tú heldur, at tað, tú gert, ikki er nóg gott.

Brynhild W. Djurhuus er lærari hjá einum av næmingunum í heimaflokkinum, og har sær hon, hvussu hesin næmingurin klárar seg uttan fyri móttøkuflokkin.

- Eg síggi, hvussu næmingurin roynir at fóta sær í flokkinum. Tað gongur báðar vegir, eg síggi tað, sum næmingurin tekur inn í móttøkuflokkinum, og tað, sum hann tekur inn í heimaflokkin. Tað er hugaligt at síggja, hvussu hann mennist.

Næmingarnir eru tveir teir fyrstu tímarnar fýra morgnar um vikuna í móttøkuflokkinum, síðan fara teir í heimaflokkarnar, har teir eru restina av skúladegnum. Endamálið við móttøkuflokkinum er at geva næmingunum eitt miðvíst íkast av føroyskum eitt stutt tíðarskeið, soleiðis at teir fáa gott grundarlag at læra málið væl og megna at fylgja við undirvísingini í heimaflokkinum. Líka so umráðandi er tað at fáa næmingarnar at kenna seg væl í nýggja umhvørvinum, sigur Brynhild W. Djurhuus.

- Vit vilja hava, at tey skulu fáa eina fatan av, at tey ikki eru púra blank, sum vit kanska hava lyndi til at halda. At tey koma til okkara við nøkrum, sum vit eisini kunnu fáa ágóðan av, og at tey hava kensluna av, at fyri tí, at tey ikki kunnu málbera seg á føroyskum og kanska føla seg einki at duga, sum vit kunnu ímynda okkum, at tey føla, so hava tey eitt týdningarmikið íkast til felagsskapin. Og tað hevur eisini týdning at leggja dent á, at hóast vit vilja hava tey at læra eitt nýtt mál og eina nýggja mentan, so skulu tey halda fast við sítt egna mál.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo