40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nes kommuna: Nýggja vøggustovan á Svangaskarði, sum Nes kommunu hevur latið byggja í kjallarahæddini í barnagarðinum, er tikin í nýtslu hesa vikuna.

Í hesum sambandi eru øll hjartaliga vælkomin at vitja vøggustovuna fríggjadagin, 19. august, frá kl. 16.00 til kl. 18.00. Borgarstjórin, forkvinnan í trivnarnevndini og leiðarin í vøggustovuni fara at siga nøkur orð, og bjóða verður til kaffi og lagkaku.

Tað er Teknistovan í Gøtu sum hevur teknað og havt eftirlit við arbeiðnum. Byggivirkið KBH av Toftum hevur verið høvuðsarbeiðstakari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo