Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í morgin, týsdagin 24. mai, bjóðar Tórshavnar kommuna til almenna móttøku í sambandi við at nýggjur leiðari og nýtt starvsfólk eru sett í Tilhaldinum í Tórsgøtu.

Eydna Berg og Halla Samuelsen eru settar sum ávikavist leiðari og starvsfólk í Tilhaldinum og eru báðar byrjaðar í starvinum.

Tær taka við eftir Wanju Petersen og Randi Sigurðsdóttir Vang, sum eftir at hava starvast í Tilhaldinum í ávikavist 18 og 16 ár, nú eftir egnum ynski hava lagt frá sær.

Wanja tók við sum leiðari, tá Tilhaldið læt upp á vári 1998. Randi byrjaði sum starvsfólk tvey ár seinni.

Tær báðar hava saman við húsfólkunum ment eitt fjølbroytt virksemi til gagns og gleði fyri pensjónistarnar í Tórshavnar kommunu.

Eydna Berg og Halla Samuelsen fara nú at bera kyndilin víðari.

Leiðarin í Tilhaldinum í Tórsgøtu er eisini leiðari fyri kommunalu dagtilhaldunum í Kollafirði og Nólsoy.

Móttøkan fyri fyrrverandi og núverandi starvsfólkunum verður í Tilhaldinum í morgin frá kl. 15 til 16.Wanja Petersen starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur í Grønlandi og fær tíverri ikki verið við til móttøkuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo