Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Jose Mourinho fekk eina góða byrjan í starvinum sum Tottenham venjari. Nýggja liðið hjá honum í dag vann 3-2 á útivølli ímóti West Ham United.

Hetta var samstundis fyrsti útisigur hjá Spurs í Premier League síðan 20. januar.

Teir hvítu úr Norður London vóru flúgvandi teir fyrstu 70 minuttirnar av dystinum og vístu, hví teir hava verið í topp 4 í Premier League síðsta fýra árini.

Spurs vóru á odda 2-0 í hálvleikinum og løgdu seg skjótt á odda 3-0 í seinna hálvleiki, áðrenn Mourinho miseydnaðist við at parkera bussin teir síðstu 25 minuttirnar av dystinum.

Sum heild síggja Tottenham og Mourinho longu nú út til vera eitt betri match enn Manchester United og Mourinho.

Tottenham hava eitt álop, sum er væl vandamiklari og skjótari enn tað hjá eitt nú United, og sýnast menn sum Son, Alli og Kane at passa ógvuliga væl til kontrafótbóltin, sum Mourinho er so kendur fyri.

Tó eru Spurs enn ikki so kompaktir og tryggir í verjupartinum, sum Mourinho óivað vil hava teir at vera, og ringir óivað ein ávaringarklokka hjá portugisiska taktikkaranum, tá tvey mál fara ígjøgnum ímóti einum kreppuraktum liði sum West Ham.

Spurs liggja eftir sigurin í dag á 6. plássi í Premier League við 17 stigum fyri 13 dystir.

West Ham United-Tottenham Hotspur 2-3 (0-2)
0-1: Son Heung-Min, 36
0-2: Lucas Moura, 43
0-3: Harry Kane, 49
1-3: Michail Antonio, 73
2-3: Angelo Ogbonna, 90+6

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo