40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tórshavnar kommuna: Tær hanga í Hvítu húsunum í Washington, D.C., í Müllers Pakkhúsi á Vestaru bryggju, og komandi vikuna verða myndir eftir Hanus Skálagarð eisini at síggja í Smiðjuni í Lítluvík í Bøgøtu í Havn.

Hanus Skálagarð vaks upp í Skúvoy, fór blaðungur til Íslands og víðari til Kalifornia í USA. Har búði hann, nú hann legði árarnar inn 3. februar mettur av døgum 93 ára gamal. Eisini á ellisárum málaði hann hvønn dag, og hann taldist millum heimsins bestu sjólistamálarar.

Hann byrjaði at tekna og mála sum smádrongur. Hvør einasta fríløta fór til at tekna og mála, eisini tá ið hann um fermingaraldur fór til skips. Á framsýningini, sum letur upp seinnapartin kl.13, verða 22 málningar sýndir fram – millum annað verða myndir av sluppunum Westward Ho TN 54, Johannu TG326 og Marshall at síggja.

Familjan hjá Hanusi Skálagarð sýnir myndirnar fram. Framsýningin er opin frá hósdegnum 7. september og eina viku fram til 14. september. Opið er hvønn dag millum kl.13-17.

Skúvoyingurin í Amerika hevði í nógv ár sítt egna savn í býnum Carmel By The Sea í Kalifornia. Hetta er ein lítil hugnaligur býur, har eldri múgvandi fólk búgva. Kendastur er býurin fyri at hava havt filmsjónleikaran Clint Eastwood sum borgarstjóra eitt tíðarskeið í 80-árunum.

Í 2010 lat Hanus 16 vatnlitsmyndir til Tórshavnar kommunu, og tær hanga í miðhæddini í Mülllers Pakkhúsi. Myndirnar, sum hanga í Smiðjuni í Lítluvík komandi vikuna, hevur familjan savnað saman ymsastaðni til hesa serstøku framsýningina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo