Fyrrapartin í dag læt Atlantic Fair dyrnar upp til Føroya størstu vørusýning, sum fyrst og fremst er ætlað fiskivinnu og tænastuvinnu til fiskiídnaðin.
Klaksvíkar kommunu hevur verið vertur fyri hesi altjóða maritimu vinnumessu síðan 2011. Vinnumessan hevur gjøgnum árini ment seg til ein áhugaverdan sýnisglugga hjá bæði føroyskum og útlendskum veitarum og keyparum. Vinnustevnan er vanliga sera væl umtókt. Seinast Atlantic fair var á skrá, vóru eini 5.000 gestir og vitjaðu vinnumessuna í Klaksvík.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo