Tramin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í dag kl. 16 verður stóra tiltakið “Jól við Vatnið”, niðri á flúgvarabedingini.

Tað eru næmingar í 6. flokki í Sørvágs Skúla, sum saman við foreldrum, lærarum og Sørvágs Kommunu skipa fyri hesum tiltaki.

Tiltakið byrjar sum nevnt kl. 16, tá jólabátarnir loysa frá Bøsdalsfossi. Meðan bátarnir við faklum og blussum sigla frá Bøsdalsfossi til flúgvarabedingina, fara ymiskar tónleika- og sangkreftir at framføra á pallinum. Tá jólamenninir eru komnir í land, bjóðar borgarstjórin í Sørvági, Aimé Jacobsen jólamonnunum at vera vælkomnar.

Síðani sigur høvuðsjólamaðurin nøkur orð, og so fara jólamenninir at deila pakkar út til øll børnini, sum eru møtt upp.

Her eru nakrar myndir frá fyrireikingunum - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo