40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Í gjárkvøldið var stórfingin móttøka fyri NM-luttakarunum, har fleiri røður vórðu hildnar. M.a. segði borgarstjórin Heðin Mortensen, at hetta var ein tann størsta løtan nakrantíð innan føroyska ríðing.

Borgarstjórin byrjaði við at heilsa Ester, Beintu og Ragnheiður – og teimum báðum Knúti og Kára og legði aftrat, at summar løtur eru stórar og aðrar eru bara tær størstu.

- Hetta er ein av teimum størstu løtunum nakrantíð fyri føroyska ríðing, ið vit nú eru komin saman at heiðra. Farna vikan við norðurlandsmeistarakappingini í Álandi verður seint gloymd. Og eisini verður seint gloymt avrikið og bragdið hjá tykkum øllum.

- Hjartaliga tillukku, Knút, við nýggja heiti tínum: Norðurlanda-meistari! Og uttan ross var heldur eingin reiðmaður, so eisini hjartaliga tillukku, Kári frá Ásbrú.

- Tað er ikki sørt, at eitt sindur av Landskrona-stemningi hongur við, nú hetta søguliga NM-heitið er fingið til høldar. Í 1990 fóru Føroyar upp í altjóða fótbólt uttan at hava ein grasvøll, men vunnu kortini á Eysturrík í fyrsta dystinum.

- Sjálvur hevur tú, Knút, samanborið tína støðu við Pál Joensen, ið vandi í 25 metra hyli, men kortini vann í 50 metra hyljum. Tit reiðfólk eiga ikki nakra breyt, ið kann samanberast við hana, tit nú hava kappast á í Álandi, og tað vísir, hvussu stórt avrikið er.

- Hetta er tað størsta, ið nakrantíð er vunnið í kapping, har Føroyska Íslandsrossafelag hevur verið við. Og tað er heldur ikki gerandiskostur í øðrum ítróttargreinum, at Føroyar enda ovastar á sigurspallinum – framman fyri hini Norðurlondini.

- Einki er so hugaligt at síggja, sum tá ið stríð og strev geva úrslit, og tá ið venjingin gongur upp í eina hægri eind og røkkur til sigurs í kapping. Tú, Knút, hevur vant og vant – ikki bara á rossabaki, men eisini sjálvur, so tín formur ikki skuldi verða nøkur forðing.

- Tí má tað kennast eyka søtt at kunna koma heimaftur við gullinum og NM-heitinum, ið tú so leingi hevur droymt um. Ja, onkur helt skemtandi fyri, at hetta var vorðið sum safari, tú og Kári høvdu verið á…

- Longu í B-finaluni vístu tit báðir, at her kundi saktans koma enn meira burturúr, tá ið tit knústu alla mótstøðu. Og sunnudagin gekk so sjón fyri søgn, tá ið tit í A-finaluni fóru allan vegin og kundu tryggja Føroyum norðurlendska gullið.

- So mikið sannførandi var sigurin, at reiðmaðurin umrøddi løtuna sunnudagin, hvussu tað var “at sita og hygga sær á hestinum í eini A-finalu”! Tað var eisini hugaligt at hoyra Knút í útvarpinum í gjáramorgunin siga, at hetta kundi hann hugsað sær at roynt aftur.

- Vónandi kunnu vit í Tórshavnar býráð rætta tykkum eina hjálpandi hond, so tit innan alt ov langa tíð hava eina nýggja breyt og nýggjar umstøður, sum Tórshavnar kommuna hevur stuðlað við. Okkara uppgáva er at skapa karmarnar, og við tí ídni, tit í Føroyskum Íslandsrossafelag vísa, skulu tit nokk megna at fylla karmarnar væl út.

- Tit hava víst, at tað bragdar fyri hugaðum fólki og rossum, og síggja vit øll fram til eina bjarta framtíð. Tað fingu vit eisini staðfest í NM-kappingini hjá teimum ungu, har tær tríggjar ungu kvinnurnar eisini stóðu seg væl. So eisini tillukku til Ragnheiður, Ester og Beintu við tykkara góðu NM-kapping!

- Her liggur nógv arbeiði aftanfyri, men vónandi er hetta alt samalt eisini byrjanin til nógv gott, sum verður í væntu komandi árini. Eg ynski tykkum ungu eina bjarta framtíð og bestu eydnu í framtíðar kappingum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo