Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

James Bond filmarnir hava í ár 60 ár á baki og tilsamans 27 filmar eru framleiddir. Filmarnir, ið byggja á skaldsøgur eftir Ian Fleming, eru nærum eins kendir fyri tónleikin, sum fyri hetjuna, sum við bretskari sjarmu og humor hevur hugtikið fleiri ættarlið.

Hvør kennir ikki eyðkenda temalagið úr “Dr. No” (1962), ella “Diamonds Are Forever” (1971) og í nýggjari tíð “Skyfall” (2012) og “No Time To Die” (2021), har Kallsoyggin slapp upp í part?

Allir hesir og fleiri afturat sluppu vit at hoyra í Norðurlandahúsinum í gjár og aftur í SALT á Tvøroyri tann 18. novembur.

Men her eru myndirnar. Ólavur Frederiksen tók tær.

Far her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo