Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

BRAGDIÐ: Rógvi Kárason vann Bragdið Top Run, sum var runnið í dag. Hóast líkindini at renna onkuntíð hava verið frægari, enn í dag, tí bæði vindur og nógv regn var allan vegin, knógvaði Rógvi seg á mál við eini sera góðari tíð, sum var 44:54. Hjá kvinnunum var Borgarhjørt Holm tann stinnasta og rann teinin við tíðini 56:08.

Hetta er ein motiónsrenning, sum ítróttarfelagið í Mjørkadali tók stig til fyri nógvum árum síðani. Tá teirra virksemi helt uppat, tóku vit í Bragdinum yvir. Teinurin er ein brekka, sum byrjar í Kollafjarðardali og endar 9,8 km seinni, á Sornfelli.

Yvir 60 rennarar møttu til startin og vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna. Á mál komu øll og so var gott at sleppa inn í fjallið til ein heitan drekkamunn og at sleppa í turr klæðir. Sum nakað nýtt, fingu øll hvør sítt  luttakaraheiðursmerki, sum er gjørt til høvi.

Sí úrslit her

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo