Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mikudagin í seinastu viku, var Glyvraskúli og forskúlin Brúgvin á Glyvrum karmur um árliga forskúladagin, sum hevur verið hildin seinastu árini, millum allar forskúlarnar í Føroyum.

Í ár luttóku allir forskúlarnir, og framførdu tey øll sangir og annað, og var tað sera hugnaligt. 

Tað var skúlastjórin við Glyvra Skúla, Hans Michael í Mittúni, ið beyð vælkomin og eftir hetta komu allir forskúlarnir at framføra. Til seinast, kom Klovnurin BUBU á vitjan og framførdi ein nýggjan sang, saman við forskúlabørnunum í Kelduni og síðani øllum. 

So fóru øll at eta matpakkar, ímeðan námsfrøðingar og lærarar vóru boðin til búgvi borð. 

Børnini spældu so í fimleikarhøllini, garðinum, kring skúlan og í forskúlahølunum, áðrenn kaka, og frukt var boðin, áðrenn felagssmynd var tikin. 

Øll vóru sera fegin um dagin og fegnaðust um góðu móttøkuna á Glyvrum.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo