40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Var ein túr í Gásadali á middegi - tá ljósast er úti.

Koyrdi gjøgnum Gásadalstunnilin - har nógvir hálvmaraton rennarar hava runnið ígjøgnum í dag. 

Gjørdist ikki sørt skelkaður.

Tók hesa myndina í tunlinum, sum vísir, at so at siga einki ljós er í tunlinum.

Rætt skal vera rætt - tá tú nærkast tunnilsmunnanum Gásadalsmegin eru 12 perur. 

Er tað loyvt at hava ein svartan Gásadalstunnil? 

Er onki kravt minstamark fyri ljós í einum slíkum tunli?

Er loyvt at nýta tunnilin í dag við ongum ljósi?

Spyrji víðari um tað ikki er uppá tíðina at nýggj ljósskipan verður sett upp í svarta Gásadalstunlinum beinanvegin?

Havi hoyrt, at perur verða tiknar úr Gásadalstunlinum fyri at ljós kann verða í øðrum tunlum. 

Er tað veruliga satt?

Vágamaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo