Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landstýrismaðurin í vinnumálum tóktist heilt miskunnsamur í D&V fríggjakvøldið.

Hoydal helt, at óhappið við 200.000 mistum laksum í illveðri á Hovsfirði var nóg mikil smeitur hjá Bakkafrost í hesum umfari.

Politiski dómarin yvir lívi og deyða hjá øllum vinnufyritøkum meinti, tað hevði verið ovmikið at revsa alirisan við sektum og hóttanum í hesum umfari.

Nei, so var lívfrøðingurin, akademiski laboratorii-alarin á Setrinum(?) strangari.

Eyðfinn Magnusen helt tað vera halgibrot móti váta umhvørvi Poseidons, at 200.000 alilaksar nú sleppa at sprakla leysir í mia tonsum av sjógvi og millum mia av øðrum fiskum í Norðurhøvum.

Reagensglasgranskarin helt harða revsing, dóm, bót og kanska mist ella skert aliloyvi, hóska væl til hetta høvi - øðrum til ræðslu og ávarðingar.

Bárður Enni (stjórin á Heilsuskaðiligu Alistovuni) helt fyri við foyrum i sínum enni, at Bakkafrost átti at fingið ein kjans aftrat.

Óreinir tjóðveldissosialistar sum Erling Eidesgaard spyr løgmann á løgtingi, “nær Bakkafrost fær bótina uppá 67 mió. kr. frá Fútanum.” Sigur eitt sindur um muruna í Tjóðveldi.

Sjúrður Skaale er so grammur sosialistur, at hann á fólkatingi spyr danska løgmálaráðharran, nær hann sendir politiið eftir okkara størsta aktivi í útflutningi.

Hava hesir politisku ‘beitingarhundarnir’ bara ringa politiska muru, ella skilja teir ikki, at teirra uppgáva er at hjúkla um alt tað vinnuliga virksemi, sum føðir og klæðir teirra veljarar?

Hoydal letst so galantur
Tey politiskt vitugu óra, at Hoydal veit seg at hava revsað Bakkafrost og hinar alifyritøkurnar nóg dygt hetta fíggjarárið og øll komandi.

Politiska revskinnið við vinnumálum í landstýrinum er fullgreitt yvir, at hann, Ruth og Aksel hava kruvt og magadrigið Bakkafrost, Hiddenfjord og MOWI fyri 300 mió kr árliga í tøkugjaldi so langt fram, sum teirra og teirra veljara grommu eygu røkka.

Vit kunnu meta, at 200.000 laksar á 5 kg hvør á 70 kr kilo umboða einar 70 mió kr í mistum virði fyri Bakkafrost og fyri Føroya útflutning, har hvør laksur telur.

Umhvørvisturin Eyðfinn Magnussen o.a. hálvmarxstar í fjálgum, ljósum, almennum skrivstovum við skatti í løn eru ikki so nógvar laksar verdir, sum teir sjálvir halda.

Normalir føroyingar vita, at teirra akademiska virði fyri búskapin svarar bert til nakrar fáar túsund laksar hvør.

Føroyingar flestir vildu heldur lønt færri byrokratum og behildið 800.000 laksar ístaðin, sum landskassin nú ‘stjelur’ eyka frá Bakkafrost.

Oh, hellige enfold’
So plaga danir at siga. Nær skilja fólk, at alivinnan er høvuðsdrívmegin í øllum búskapinum?

Jú fleiri mió kr, politikararnir klípa úr alivinnuni til at keypa sær atkvøður fyri, jú færri fólk megnar vinnan at føða, klæða og hýsa.

Mest kappingartrýsti parturin av vinnuni eru tey lidnu og mest virðisøktu vørusløgini.

Tí hevur Bakkafrost ávarað landsins kosnu, at í ringasta føri verður neyðugt at siga 300 fólkum upp í hesum parti av virkinum, ið rakar Eysturoynna harðast.

300 mió kr í tøkugjaldi aftrat teimum 700 mió kr, ið Bakkafrost sum er leggur niður í lands- og kommunukassar í skatti og avgjøldum, níta fast aðrastaðni.

Eitt nú hevur Bakkafrost gjørt íløgur fyri upp í 1.000 mió kr árliga kring Føroyar.

Slík eykaskatting rakar eisini avleiddar vinnur hart, so henda ‘sosialhjálp’ til summi svíður at arbeiðsplássum og inntøkum hjá øðrum.

Íleggjarar (serliga útlendskir) seta kanska sínar íløgur aðrastaðni enn í Føroyar.

Tað mátti verið skomm, at skotska dótturfelagið hjá Bakkafrosti nú loysir seg betur enn móðurfelagið í Føroyum av beru avgjaldskraddi.

Kostar Bakkafrosti 800.000 ‘mistar’ laksar
Hoydal kann saktans vera fagurlátin og náðigur í D&V. “Spar Bakkafrost fyri harðari revsing omaná at missa 200.000 laksar”.

Hann er nevniliga snildur og veit, at eyka sosialistiska tøkugjaldið á alivinnuna árliga svarar til, at Bakkafrost missir 4 ferðir fleiri laksar av tøkugjlaldi enn á Hovsfirði, nevniliga í virði 800.000 laksar um árið.

Men nalvaskoðarar sum Eyðfinn skilja neyvan, at um landstýrið skattar okkara alivinnu í hel, so verður helvtin av starvsfólkunum á Setrinum, Heilsu-, Almanna- og Skúlaverkinum eins og á Aliheilsuligu Skaðastovuni rend til hús og mugu rýma av landinum.

So verða hesir veljarar færri at stuðla hesum samgonguflokkunum.

Tað er ófatiligt, at miðal gávað fólk ikki skilja, at alivinnan eigur 60% av okkara 13 mia kr útflutningsvirði, rindar fyri 60% av okkara innflutningi, lønir 30% av okkara arbeiðsmarknað og fíggjar 40% av almenna geiranum við teim 12.000 arbeiðsplássunum, og føðir tískil eisini upp móti helvt av sosialismunar veljarum.

Men tað maktar alivinnan bert, um hon fær frið fyri sosialistiskum skattagessum á tingi, ið skaða alla vinnu og privatlivið hjá øllum borgarum við ov høgum skattum og avgjøldum.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo