Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Næmingafrávera á miðnámsskúlum

Spurningar
1. Er ongin mannagongd ella kunngerð í miðnámsskúlaskipanini, sum tekur hædd fyri lógligari fráveru t.d. vegna veður, har fjarundirvísing er møgulig ?

2. Verður hædd tikin fyri teimum, sum búgva langt frá miðnámsskúlanum, tá tað kemur til fráverukrøv, koyring og uppmøting á miðnámsskúlunum í Føroyum?

3. Eru reglurnar tær somu á øllum miðnámsskúlunum í Føroyum?

4. Kann eitt eyka trýst ikki liggja á næmingum, sum ferðast langan veg til og frá skúla, tá hædd ikki verður tikin fyri, at bussar er seinkaðir, avlýstir v.m.?

5. Er ongin felagskunngerð fyri alt miðnámsskúlaøkið, sum tekur hædd fyri øllum faktorum í samband við skúlagongd og uppmøting á miðnámsskúlunum í Føroyum?

Viðmerkingar:
Miðnámsskúlar kunnu ikki staðsetast á hvørjum tanga. Tí hava landsmyndugleikarnir valt at staðseta ymisku skúlarnar í ymiskum økjum í landinum, har grundarlagið er, ella har atkomuligheitin hjá næmingum og starvsfólkum er skilagóð.

Lesandi kunnu í lítlan mun búgva á skúlunum ella nærindis skúlanum, men mugu sum oftast búgva heima hjá foreldrum ella avvarðandi.

Flestu næmingar, sum byrja á miðnámi, hava heldur ikki koyrikort til bil, bæði tí, at tað er kostnaðarmikið og tí, at fleiri ikki eru vorðin 18 ár, tá tey byrja skúlagongdina.

Tí búgva nógv lesandi, sum ganga á miðnámi, heima. Og fyri mong er heimið úti á bygd, langt frá skúlanum. Úr Vágum eru 35-45 min at koyra til og frá skúla til t.d. Glasir og 25-30 min. til Vestmanna. Av Sandoynni er nakað styttri til Havnar. Úr Klaksvík á Kambsdal er eisini ein fittur teinur o.s.fr.

Fleiri næmingar koyra við almennu Bygdaleiðum. Tá hesar leiðir eru avlýstar, er ongin møguleiki hjá fleiri at sleppa á skúlan. Hetta kann gerast tungt hjá næmingum, um skúlin ikki tekur hædd fyri orsøkini, men bara skivar næmingarnar fyri fráveru og reyðan blokk.

Hetta ger, at fleiri næminar, sum búgva langt frá miðnámsskúlunum, og har fleiri eisini eru sera pliktuppfyllandi, kenna eitt eyka trýst frá skúlanum og av teirra fráverupolitikki. Serliga tí tey ikki kunnu møta, hóast tey vilja, og at hóttanin um ov nógva fráveru hongur yvir høvdi teirra.

Í Føroyum er javnan óveður og hálka, sum ger, at fráveruprosentið hjá hesum næmingum kann gerast ein forðan fyri eini nøktandi skúlagongd.

Sum skilst eru onkrir miðnámsskúlar, sum praktisera fjarundirvísing sum alternativ, tá veðrið er svikaligt.

Fyri at fáa at vita, um vit hava føroyskar kunngerðir, sum skilmarka avbjóðingar og loysnir á økinum, og fyri at vita, hvussu støðan er á økinum í dag, verða hesir spurningar settir landstýrismanninum.

Á Løgtingi, 1. februar 2024
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo