40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tú fært ikki bara gingið yvir um markið til Føroya. Vit flóta fyri okkum sjálvi. Vit fara ongantíð at síggja flóttafólk banka upp á dyrnar hjá okkum á sama hátt, sum eitt nú Moldova ger beint nú. 

Moldova er eitt fátækt evropeiskt land. Føroyar er eitt ríkt evropeiskt land. 

Moldova hevur higartil tikið ímóti umleið 120.000 ukrainskum flóttafólkum. Moldova er ikki partur av NATO. Moldova er ikki partur av ES. Í Moldova býr fólkið sera tætt. 

Vit taka í hægsta lagi 50 flóttafólk í einum landi, har meginparturin av íbúgvunum helst skal ganga rundan um húsini fyri, at tey skulu vera góðtikin at búgva í. Og stendur tað væl til, so skal mann helst eiga ein hitapott. 

Fakfeløg siga, at vit eru ikki til reiðar at taka ímóti 50 flóttafólkum í hesum landinum, hóast vit – við óhugnaligum undirtónum – siga, at hetta eru “røttu” flóttafólkini. 

Býta vit 50 flóttafólk í 29 kommunur í Føroyum, so skal hvør kommuna taka 1,7 flóttafólk.

Havi hug at spyrja, nær vit verða til reiðar, um tað ikki er í løtuni, tá vit hava metlágt arbeiðsloysi og methøgan útflutning.

Vit hava ongantíð verið ríkari sum tjóð, hóast fordeilingin av ríkidøminum er skeiklað. 

Verður tað, tá arbeiðsloysið er 0,0%, og øll geva sítt íkast til felagskassan? Skulu vit bíða til útflutningurin aftur setur met, tá stóru fyritøkurnar hava funnið aðrar marknaðir enn tann russiska? 

Kritisku viðmerkingarnar eru: Vit mangla enn at nøkta tørvin hjá føroyingum. Ja, vit mangla at betra um nøkur viðurskifti í hesum landinum – tað fara vit altíð at gera. 

Kritisku viðmerkingarnar eru: Pussa gloriuna, tín idealist. Ja, akkurát. Men at vera kyniskur realist hjálpir so einki upp á ræðuliga støðuna hjá ukrainskum flóttafólkum. 

Um vit fylgja kynisku tankagongdini, fara vit ongantíð at hjálpa øðrum enn okkum sjálvum. Tí tað fer altíð at mangla okkurt, so hvørt sum vit fáa meira. Tað er ein skrúva uttan enda. 

Kríggj fær tað allarringasta fram í fólki – men eisini tað besta. Latið okkum halda fram við at vísa tað besta í okkum. Eisini tá tað snýr seg um at lata dyrnar upp fyri flóttafólkum.

Bjarni Arge

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo